Kærleiki = vilji og lýdni
“Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg” (Matt 22,39).
– Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum! – Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg! Hetta var Jesu svar til tann lógkøna, sum spurdi hann um tað stóra boðið í lógini.
Mong siga, at Jesus er púra órímiligur, og meina, at hevði hann sagt, at tú skal virða og gera skyldur tínar móti næstanum, so kundi tað verðið góðtikið. Men at elska næstan, eisini tann, sum tú følir, at tú ikki kanst ella vilt elska, er ovboðið. Kortini meinti Jesus tað, hann segði, ella hevði hann sagt tað, hann meinti. Hann endurgav Guds vilja úr Triðju mósebók 19,18.
Gud krevur sostatt allan kærleika tín, alt hjarta og lív títt, ja, allan teg og at tú skalt elska næstan sum sjálvan teg.
At geva kravboð um at elska, og at elska øll, er ikki væl umtókt í okkara tíð, har Hollywood-kærleikin valdar, og har fólk elska, so leingi kenslurnar eru heitar, spennandi og jaligar – og elska tey útvaldu. Jesus segði: “Tú skalt elska…” og meinar við, at kærleikin er meiri vilji, lýdni og gerningar, enn heitar kenslur, orð og sinnisrørslur.
Í fjallataluni segði Jesus: “Elskið fíggindar tykkara og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl móti teimum, ið hata tykkum,…” Hetta kunnu syndug menniskju ikki av sær sjálvum. Tí tørvar tær fyrst at biðja Gud um fyrigeving fyri vantandi kærleika til hansara og næstan. So skalt tú biðja hann geva tær kærleika til sín og næstan, ja, sjálvt til fíggindan. Tá livir tú í Guds kærleika og fyrigeving og fært sinnalag og eyðkenni hansara, sum letur sól sína rísa fyri illum og góðum og letur regna niður yvir rættvís og órættvís.