Kærleikin dømir og kallar
Fleiri av okkum kenna 1. Korint kapittul 13 sum kærleikskapittulin, sum vit so mangan hava lisið ella hoyrt. Ein kapittul, sum bæði rúmar dómi og einum kalli at søkja tann fullkomna kærleikan.
Men hvat er tann fullkomni kærleikin? Ein stutt lýsing av, hvat fullkomin kærleiki er, at hann er bæði poetiskur og djúpur. Við at seta mítt egna navn inn í staðin fyri “kærleikan” í versunum 4-7 síggi eg, hvussu Gud hevur skapað meg til at vera. Eg síggi eisini, hvussu eg skyldi Gudi og mínum næsta at vera. Tað stendur jú, at eg skal elska Gud av øllum hjarta mínum, og at eg skal elska næsta mín sum sjálvan meg.
Tá vit lesa við útangsstøði í hesum tvífalda kærleiksboðnum, gerst lýsingin av kærleikanum ein knúsandi dómur yvir okkum. Kærleikin, sum í mær býr, er púra ófullkomin. Paulus skrivar nemliga, at um eg ikki eigi henda kærleikan, kann tað gera tað sama við øllum teimum andaligu kraftargerðunum. Um tær ikki koma av kærleikanum, eru tær onki verdar.
Men tað er ikki í mær sjálvum, at eg skal finna hendan fullkomna kærleikan. Tað er ikki í mær sjálvum, at eg skal finna kærleikan til Gud og menniskju. Bíblian fortelur okkum, at tað var Guds kærleiki til okkara, sum gjørdi, at Gud sendi Jesus til okkum. Tað var tann fullkomni kærleikin, sum gjørdi, at Jesus lat seg doyggja á krossinum fyri okkum.
Tann kærleikin, sum hesin kapittulin lýsir so poetiskt, djúpt og greitt, er ikki ein kærleiki, vit kenna frá okkum sjálvum. Men vit kenna hendan kærleikan frá Jesusi. Seta vit hansara navn inn fyri “kærleikin” í versunum 4-7 síggja vit, at hesi versini lýsa hann so væl.
Keldan til kærleikan er ikki í okkum. Hon er í Jesusi og í evangeliiunum um hann. Um eg søki kærleikan har – í Jesusi og í evangeliiunum, kann tað koma at ávirka mína relatión til Gud og eisini til mínar næstar.