Kærleikin

 

”hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt. ”
1.Kor.13,7

 

Um tann einasta máttin, sum kann bræða tað, ið fryst er, og loysa tað, ið bundið er, talar Paulus – hann talar um kærleikan.

Og at kærleikin er nakað annað, enn ein stuttur, grunnur rúsur – at hann er ein viðkvom blóma, eitt listaverk av Guds fingri, plantað inn í ein harðan heim, sæst greitt aftanfyri myndina, sum Paulus nýtir: kærleikanum tørvar at tola, trúgva, vóna og bera.

Kærleikin hevur sín prís – men alt, sum er virðismikið, hevur sín prís. Tess størri virðið er, tess hægri er prísurin. Og alt, sum ektað er, er altíð vert sín prís.

Tí hevur Monrad, biskupur, rætt, tá ið hann sigur: Sorgin er gleðinnar tvíburðasystir, tær hava sum móður: kærleikan … Gleðin kemur aldri einsamøll, hon heldur í hondina á sorgini. Alt, sum tú elskar, voldir tær gleði og voldir tær sorg – slík eru nú einaferð menniskjunnar kor.”

Ein halgisøga er um eina menniskju, sum doyði og so stóð við himmalsins dyr. Harrin spyr so viðkomandi, hvat hon nú ynskir sær. ”Sæluna!” svaraði hon. ”Men er tað ikki okkurt úr mannalívinum, sum tú kundi ynskt tær at funnið aftur her uppi, okkurt, sum bant hjarta títt við gleði og fagnaði?” ”Nei, Harri,” svaraði hon, ”eg havi altíð gingið við andlitinum vendum móti tí himmalska … eg sakni onki av tí, sum eg upplivdi á jørðini!” Og halgisøgan endar við, at Harrin sigur: ”Far so fyrst oman aftur á jørðina og liva tað lívið umaftur, sum eg gav tær – tú hevur ikki uppiborið tað lívið, sum eg gav tær – tú hevur ikki uppiborið tað lívið, tú hevði!”

Av ótta fyri lívsins prísi tordu mong ikki at taka ímóti lívsins gávu. Men alt, sum er ektað, er altíð vert sín prís.

Og tann, sum legði tøkk, trongdir og stúran í Guds hendur, sannaði, at sjálvt pínan kann bera ríkidømi í sær. Gud er jú tann, sum ikki bert hevur kærleika, men er kærleikin!

Tú best mær tørv og trongd,
o drottin kennir;
hartil øll lívsins gongd
frá tær upp rennur,
og hvat mær gagnar best í lut at fáa,
frá fyrndini tú sá;
mín sál, hvat bilar tá?
Lat Gud bert ráða!