Kærleiksgullið

Skrivað: Katrin Groth Mortensen

Eg sá fyri stuttum í sjónvarpinum eina sending úr Gotlandi, har eg millum annað sá ein leirkerasmið, sum gjørdi serstakliga vakrar leirkrukkur. Hann hevði ein heilt serligan arbeiðshátt, sum hugtók meg: Tá hann setti krukkurnar í brenniovnin, brendi hann tær so hart, at tær brotnaðu  og komu út úr ovninum í smáum brotum. Tá so brotpettini vóru kólnað, setti hann seg við eitt borð og límaði tey saman aftur petti fyri petti, til krukkan var heil aftur. Hann brúkti ikki vanligt lím, men eitt serligt slag av gulli at líma við. Tá krukkan var liðug, skein og strálaði hon allastaðni, har hon áður hevði verið brotin. Hon var serstakliga vøkur.

Hetta talaði veruliga til mín og fekk meg at hugsa um leirkerasmiðin í Jeremia 18,6: ”Skuldi eg ikki gjørt við Ísraels hús eins og hesin leirkerasmiðurin, sigur Harrin; sí, eins og leirið í hond leirkerasmiðarins soleiðis eru tit í hond míni, Ísraels hús!”

Ja, slíkan kærleika hevur Gud sýnt okkum við syni sínum Jesusi Kristi, at tá vit eru nívd av syndini og liggja sundurbrotin fyri ásjón hansara og eru alt annað enn vøkur á at líta, tá kemur hann til okkara, og tolin ”límar” hann okkum saman og ger okkum heil aftur við sínum ”kærleiksgulli”. Og í hansara eygum skína og strála vit eins og vakra krukkan hjá leirkerasmiðinum á Gotlandi.

So um tú kennir teg brotnan í dag, og títt lív liggur í skeljasori, so lat Faðir tín í himli sleppa at ”líma” títt brotna lív saman aftur og gera teg til eina vakra leirkrukku, sum skínur og glitrar av hansara kærleiksgulli.

Gud vælsigni teg til tað.