Kallið og hjúnalagið
”Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð. ”
Jer.29,11
Tá ið Gud skapaði okkum, legði hann nøkur evni, nakrar talentir niður í okkum, og hann skuldi helst fingið sítt aftur við rentu. Harumframt hevði hann eina ætlan fyri hvønn einstakan okkara (Jer. 29,11), og vit mugu biðja Gud um, at vit ikki stíga út úr hansara ætlan, tí tá gerast vit sjálv ólukkulig. Vit koma ikki til tað, vit vóru ætlað til.
Sjálv plagi eg at biðja: „Harri, lat dyrnar aftur fyri mær, har tú ikki vilt, at eg skal fara, og lat dyr upp, har sum tú vilt hava meg at fara.“
Jens Garnfelt, ein danskur pastorur, segði einaferð í sjónvarpinum: „Tá ið tú hevur eitt kall frá Gudi, mást tú bara gifta teg við einum, sum hevur sama kall, annars kemur tú at gjalda ein alt ov høgan prís, tí tá vilja hjúnafelagarnir draga hvør sín veg.“
Ein føroyskur trúboðari segði tað soleiðis: „Eg takki konu míni fyri, at hon hevur givið mær rúm, at hon hevur givið mær fríar ræsur at virka fyri Harran, so eg kann liva mítt kall út.“
Harrin hevur skapað øll, og hann veit, hvør ið hóskar akkurát til tín eins og tveir brikkar, ið eru trýstir niður í hvør annan og liggja lið um lið í einum puslispæli.
Effie Campbell.