Kann kærleiki metta?

Skrivað: Jákup E. Petersen

“Bíða nú, til brúðarvikan hjá hesari er at enda, so vil eg geva tær eisini hina, um tú tænir hjá mær onnur sjey ár afturat.« Jákup so gjørdi. Tá ið hann hevði hildið brúðarvikuna at enda, gifti hann honum Rakul, dóttur sína. Og Lában gav Rakuli, dóttur síni, trælkonu sína Billu sum ternu. Síðan fór Jákup eisini inn til Rakular; og hann unti Rakul fram um Leu; hann tænti nú hjá Lábani sjey ár afturat.” (1 Mósebók 29, 27-30).

Jákup misti sína familju, tí hann sveik hana, og var nú einsamallur í verðini. Brotin og við kenslu av tómleika møtti hann Rakul og fall fyri henni í somu stund. Hann var klárur at selja seg sjálvan fyri hana. Og tað var júst tað, hann gjørdi.

Eg vil arbeiða 7 ár fyri hana. Og Laban snýtti hann, men hann var heimsins lættasta offur, tí hann hevði longu selt seg til kærleikan. Jákup var bundin. Hann var trælur hjá kærleika.

Tað finnast nógvir mátar, vit kunnu nýta kærleika sum eitt slag av rúsevni at hjálpa okkum burtur úr veruleikanum.

Ein kvinna, sum var bundin at monnum, fall altíð fyri teimum skeivu harðligu monnunum. Men hon føldi seg ikki veruliga á lívi, fyrr enn hon lá í ørmunum á einum manni. Bara onkrum manni.

Ella maðurin, sum fann sær eina nógv yngri konu, fyri at sleppa undan at viðganga fyri sær sjálvum, at hann eldist.

Ella tann ungi maðurin, ið finnur eina damu, sum hann einans elskar, inntil tey hava verið saman kynsliga, og síðani missir áhugan. Fyri hann eru kvinnur einans ein vøra, sum hjálpa honum at føla seg ynsktan.

Rakul var ikki einans Jákup’sa kona, hon virkaði sum hansara frelsari. Um hann bara fekk hana, so fór alt at vera í lagi. Men vónbrotið er stórt, tá ið hann morgunin eftir vaknar og sær, at hann er snýttur.

Um tú gert, eins og Jákup gjørdi. Leggur allar vónir og djúpastu longslar á makan, so fert tú at knúsa hann ella hana undir tínum væntanum. Eingin skapningur kann geva tær alt tað, tín sál leingist eftir.

Men Gud sýnir sín kærleika til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar (Róm 5,8). Sonurin var fullkomin, tí kann hann fullkomiliga metta teg.