Kanna meg, Gud

Skrivað: Asbjørn Mikkelsen

“Kanna meg, Gud, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” (Sl 139,23-24)

Hesi orð vóru bøn Dávids til Guds, tí at hann vildi vera eitt Guds barn, men visti, at hann í sær sjálvum ikki megnaði hetta. Hann mátti fáa hjálp frá Gudi til tess.

Og soleiðis fer tað at vera allar dagar hjá einum og hvørjum okkara, ið vil vera eitt Guds barn.

Sjálvt um vit hava játtað synd okkara og sagt Jesusi takk fyri fullgjørda verk hansara á Golgata, so er neyðugt alsamt at vera vakin. Tí snávingarsteinarnir eru mangir.

Vit kenna søguna um hin burturvilsta sonin, sum vildi fara heimanífrá og út í heimin. Ikki fyrr enn hann var heilt illa komin, leitaði hann sær aftur heim til faðirin, har  faðirin tók ímóti honum við opnum ørmum. Soleiðis eisini við Jesusi. Hann tekur ímóti tær við opnum ørmum, hóast tú viltist av leið.

Men vit eiga bert løtuna nú. Tí er tað álvarsamt at villast av leið.

Latum okkum tí lesa í Orðinum og biðja til Guds um at verða varðveitt í trúnni.  So vil hann leiða okkum hin æviga vegin.