Kasta alla tína byrðu á Harran!

Skrivað: Mirian N. Mouritsen

Tað er ymiskt, hvussu lívið hjá okkum øllum lagar seg. Hjá teimum flestu snýr tað seg um at fáa eina flotta karrieru við góðari útbúgving og við góðari løn. Hjá summum eydnast tað og hjá øðrum ikki. Onkur fær “succes” og onkur ikki. Onkur møtir nógvari mótgongd og onkur minni. Og tað er kanska út frá teimum punktunum, at vit “døma” lívið hjá hvør øðrum. Var hatta eitt væleydnað lív?

Men uttan mun til, hvønn “karakter” vit fáa fyri okkara lívsins avrik, so er veruleikin tann, at vit eru øll dumpað! Tann, ið náddi teir hægstu karrieru-tindarnar, og tann, ið ikki var ein “succes”, eru dumpaðir. Avrikið var ikki gott nokk, tí vit vóru øll skrásett sum syndarar.

Status er, at vit eru dumpað og sleppa ikki til himmals.

Men Gud sendi Jesus í heimin, og hann bjóðar okkum ein gávu. Jesus kom í heimin at bjarga okkum frá ævigari “dumping” og til æviga “succes”. Jesus gekk í deyðan fyri okkum og tók okkara feilir á seg, so at vit kundu standa frí.

Takk, at tú bart mína byrði (Nr. 687 í Missiónssangbókini) :
2.Takk, at tú tókst mínar syndir,
mítt skuldarbræv útstrikað varð.
Tað var ikki gull ella silvur,
men blóð títt, ið bjargaði mær.

Jesus ynskir eisini meir enn tað. Hann ynskir at hava eitt livandi samband við okkum, og hann ynskir at tosa við okkum og lurta eftir okkum. Eisini, tá tað er hart, ynskir Jesus at leiða okkum. Tað eru altíð tíðir í lívinum, har vit merkja, at lívið gerst tungt, og tað verður byrða aftaná byrðu lagt omaná herðar okkara, meðan vit hokna meir og meir niður. Jesus sigur í Matteus 11,28: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu”

1.Takk, at tú bart mína byrði,
mær lætti av skomm og av skuld.
Guds Lambið, eg takki tær fyri,
at synd mín í tær nú er huld.