Kastið alla sorg tykkara á hann
“Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum.” 1 Pæt. 5.7
Hesi orð hava mangan givið mær troyst tá ið lívið hevur verið hart. At liva sum kristin, viðførir ikki
eitt lív uttan sorg. Vit lesa í Præd. 9.2, at “Alt kann henda øll; somu forløg møta rættvísum og
gudleysum…”.
Vit verða ikki spard, bara tí at vit eru kristin. Nei, trúgvandi menniskju møta eisini
sorg, líðing, sjúku, deyða og mótgongd. Í ávísum førum, kann Guð eisini aga okkum og royna
okkara trúgv. Tað er ikki altíð at vit skilja alla mótgongd, men tað er tó umráðandi at vit í allari
neyðini, leggja okkara lív í Guðs hendur. Ja, Hann biður okkum kastað alla okkara sorg á hann, tí
hann hevur umsorgan fyri okkum.
Leggja vit allar okkara byrðar á hann, ja so ber hann okkum ígjøgnum líðingina. Hann gevur okkum somuleiðis ta styrki vit hava tørv á, júst til tað sum vit fáa á okkara leið. Sum dagar tínir, skal tín styrki verða! 5. Mós. 25b.
Hetta skal eisini verða mín vitnisburður, at eg havi upplivað júst hetta, at fáa júst tí styrki, ið tað krevur, at ganga ígjøgnum líðing og sorg. Tá ið Guð gongur við lið mína, havi eg onki at óttast!
Amen!