Kemur Jesus skjótt

”Tí at hetta siga vit tykkum, við einum orði Harrans, at vit, sum liva og verða eftir til komu Harrans, skulu als ikki koma undan teimum, sum sovnað eru burtur; ”
1.Tess.4,15

 

Nær kemur Jesus? Henda spurning hava óteljandi trúgvandi sett niður gjøgnum tíðirnar. Og hetta er eingin týdningarleysur spurningur. Tað er eitt eyðkenni fyri trúnna at vænta. Spurt verður ikki: Kemur Jesus? Men: Nær kemur hann?

Kom skjótt, Harri Jesus! Eru Bíbliunnar seinastu orð. Enn er hann ikki komin – men hann kemur og endurreisir alt. Nær? Skjótt!

Paulus væntaði hann í síni egnu tíð: ”vit, sum liva og verða eftir til komu Harrans ” skrivar hann í 1.Tess.4. Men Jesus kom ikki í hansara tíð. Mong onnur væntaðu við gleði; men tey máttu síggja, at tíðin enn ikki var komin.

Í 1953 hoyrdi eg Onnu Larssen Bjørner á einari stevnu á Nyborg Strand siga, at hon væntaði, at Jesus fór at koma aftur, áðrenn árið var farið. Nú eru meira enn 70 ár liðin.

Vit skulu vera varin at lasta tey, sum væntaðu uttan at fáa síni hjartans ynski uppfylt. Tey talaðu, av tí at tey trúðu. Bara tey, sum av sonnum trúgva Jesusi, kunnu vænta komu hansara. Og hóast tey fóru skeiv av tíðini, so verða tey ikki gjørd til skammar.

Pætur talar um nakrar spottarar, sum siga: Hvat verður úr fyrijáttanini um komu hansara? Tí at frá tí fedrarnir sovnaðu burtur, stendur alt við sama lag sum frá upphavi veraldarinnar.

Pætur vísir á, at henda framsetingin er skeiv. Gud læt eina heila verð fara til grundar í vatnflóðini, og á sama hátt fer eisini tann núverandi verðin at vera reinsað, tó næstu ferð við eldi. Nei, próvgrundirnar hjá spottarunum halda ikki.

Orðið varð hold – Jesus kom! Nær? Í fylling tíðarinnar, sigur Skriftin.

Tá ið hann kemur aðru ferð, fer tað aftur at vera í fylling tíðarinnar.

Fylling tíðarinnar er, tá ið alt er til reiðar. Bara Faðirin einsamallur kennir tíman, ikki eingang Sonurin í mannalíki sínum kendi nágreiniliga tíðina.

Tað einasta, vit hava at peila okkum eftir, eru tíðarteknini, og tey áminnir Jesus okkum um at geva gætur eftir. Tað profetiska orðið lýsir og sigur ikki so heilt lítið. Tað er greitt, at Jesus kemur skjótt!
”Kirkeklokken” E.C