Kend av Gudi
Eg hevði eini ørindi inni á sjúkrahúsinum ein dagin herfyri. Hetta var um tað mundi, tá korona rakti landið av álvara fyri aðru ferð. Hetta var um morgunin, og heilt fitt av fólki var í móttøkuni og bíðirúminum har. Og tá eg kom inn, stóð kvinnan, sum arbeiðir í móttøkuni, fyri mær – og øllum hinum við – og deildi út maskur. Hesa lat eg meg sjálvandi í, og á sama hátt gjørdu onnur við mær, og síðan setti eg meg at bíða, til tað var mín túrur.
Eg havi arbeitt fleiri ár á sjúkrahúsinum og kendi eisini fleiri av teimum starvsfólkunum, sum gingu framvið, men tey bóru ikki kenslu við meg. Maskan var tað tey sóu. Eg var fjald aftanfyri maskuna. Hetta var veruliga ein løgin kensla.
Hetta gav mær veruliga nakað at hugsa um hendan morgunin. Fjald handan masku og ókend fyri menniskjum.
Men tíbetur – Gud gloymir ikki. Hann gloymir ongan okkara. Hansara umsorgan er størri, enn nakar av okkum kann fata. Og hóast menniskju gloyma, svíkja, baktala, ja so gloymir Gud okkum ikki. At Gud, sum hevur skapað himin og jørð, eisini vil hava við meg at gera og enntá veit alt um meg. At kunna hvíla trygt í hesum, tað er gott.
“Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld” (Matt 10, 30)