Kirkjan er livandi steinar
"Komið til hansara, hin livandi steinin, sum væl varð vrakaður av monnum, men er útvaldur og dýrmætur hjá Guði, og latið tykkum sjálvar verða uppbygdar sum livandi steinar til eitt andligt hús, til ein heilagan prestaskap, til at frambera andlig offur væl toknað av Gudi fyri Jesus Krist" (1 Pæt 2,4-5).
Tey kristnu í India trúgva, at Tummas ápostul náddi heilt til India við gleðiboðskapinum og grundaði indisku kirkjuna. Og tey siga eisini hesa halgisøguna:
Tummas endaði sum trælur hjá indiska konginum Gondofares, men av tí at Tummas var lærusveinur hjá einum timburmanni, fekk hann ein stóra pengaupphædd frá kongi at byggja honum eina glæsiliga kongaborg. Tummas gav teimum fátæku allan peningin og brúkti alla arbeiðsorkuna at boða gleðiboðskapin um Jesus. Tá hann varð drigin til svars, svaraði hann kongi, at hann hevði bygt kongi eina borg í himli.
Tað var tann borgin, Tummas bygdi: Menniskju, sum høvdu Jesus búgvandi í hjartanum!
Kristna kirkjan er ikki fyrst og fremst ein stovnur ella bygningur, men menniskju, ið trúgva á Jesus og eru doypt at hoyra honum til. Tí Jesus, sum doyði fyri syndir okkara og reis upp til okkara rættvísi, er sjálvur hornasteinurin í hesum livandi bygningi. Og hann lovar, at tann, sum torir at trúgva á hann, skal als ikki verða til skammar!