Klárir tónar í evangliibasúnuni

”Tí at soleiðis hevur Harrin boðið okkum: »Eg havi sett teg at vera ljós hjá heidningum, at tú skalt vera til frelsu heilt út til ytstu endar jarðarinnar.«« ”
Áps.13,47

 

”Meðan tey kristnu sova, verða sálir í túsundatali glataðar,” skrivar hin unga Catherine til foreldur síni.

Neyðin fyri sálunum bleiv til ein eldsloga har inni í hjartadýpinum. Heilagi Andin hevði latið eygu hennara upp fyri tí reinsandi blóðinum hjá Gudslambinum, henda undurfulla keldan, sum vellir fram til frelsu og reinsan frá allari synd. Tað hevði allarstørsta týdning fyri hana at fáa menniskju at taka eina avgerð í stundini viðvíkjandi frelsusøk síni.

”Eg eri fullkomiliga fríað frá øllum ótta, eftir at eg havi fingið latið munnin upp,” segði hon um seg sjálva, og hon lat orð síni verða fylgd av verki.

Hennara sterku og máttmiklu orð settu ljóskastaran á neyð menniskjans og vístu á hann, sum kom at luta kor síni við okkum og geva sítt lív at frelsa øll menniskju.

 

”Ver ikki nøgdur við bara at leggja sakina fram fyri tey, geva teimum eina blídliga innbjóðing og síðani lata tey fara. Paulus rann aftan á teimum og skræddi tey sum brandar út úr eldinum. Skræð bindið burtur, sum Satan hevur bundið fyri eyguni á teimum.

Banka og brenn við Heilaga Andans kraft og eldi boðskap tín inn í teirra ørmu, hørðu og myrku hjørtu, til tey fara at skilja, at tey eru í vanda.”
”Krigsropet”. E.Campbell umsetti