Kom og tilbið høvuðsprestin

Skrivað: Andrias Magnussen

“Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd” (Hebr. 4, 15)

Gud gav Ísraelsfólki lógina á Sinai fjalli. Móses fekk lógina, sum hann skrivaði á steintalvur. Lógin segði, hvussu Ísraelsfólk skuldu liva – hvat tey skuldu gera, og hvat tey ikki skuldu gera.

Ein av forskriftunum í lógini segði, at einaferð um árið skuldi høvuðspresturin fara inn í tað allarheilagasta og sletta blóð av einum lýtaleysum lambi á sáttmálaørkina. Hetta skuldi vera bót fyri syndirnar hjá fólkinum.

Høvuðspresturin var einans eitt menniskja, og tí sletti hann eisini blóðið á sáttmálaørkina fyri sínar egnu syndir.

Soleiðis er ikki við okkara høvuðspresti – Jesusi. Hann er fullkomin og uttan synd.

Guds orð sigur, at hóast Jesus var freistaður líka sum vit verða freistaði so syndaði hann ongantíð. Av tí at Jesus var menniskja, so kann hann hava várkunn við veikleikum okkara, tí hann kennir til okkara veikleikar. Men, har sum vit falla og synda, har var hann trúfastur og syndaði ikki. Soleiðis kann Jesus eisini vera Guds fullkomna offurlamb, sum einaferð fyri allar hevur strikað út alla heimsins synd, tí hann tók hana sjálvur á seg, tá ið hann varð negldur til krossin.

Tað er stórt at hugsa sær, at vit kunnu venda okkum til Jesus, sum kennir til allar okkara veikleikar og vita, at hann koyrir okkum ikki burtur frá sær, men um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

Jesus, okkara høvuðsprestur, hann er verdur at æra og tilbiðja.