Kom sum tú ert

”Men sonurin segði við hann: »Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín.« Men faðirin segði við húskallar sínar: »Farið eftir teimum bestu klæðunum og latið hann í tey, og setið ring á fingurin á honum og gevið honum skógvar upp á føturnar; ”
Luk.15,21-22

 

Vit kenna øll søguna um hin burturvilsta sonin og hin miskunnsama faðirin. Og vit vita, at Jesus í hesum líknilsi talar um okkum og um Gud. Men hvat er tað, sum hann opinberar fyri okkum um okkum sjálvi og um Gud?

Eins og hin burturvilsti sonurin hava vit oytt ognir okkara burtur í einum óryggiligum levnaði. Summi í vásaklæðum, onnur í sunnudagsklæðum. Sannleikin um okkum er, at vit eru øll farin burtur, hvør sín veg, og at vit hava øll syndað, og at okkum vantar Guds heiður.

Um hin burturvilsta sonin verður sagt okkum, at hann gekk í seg sjálvan, og at hann játtaði synd sína. Tað er júst hesa støðu, Gud vil, at vit skulu koma í. Og hann vil, at vit skulu koma til hansara. Hann biður okkum ikki um at snáka okkum upp – tí at tað eru vit ikki før fyri. Men hann biður okkum koma, soleiðis sum vit eru. Ikki tí at vit halda okkum vera verd góðsku hansara, men tí at vit ikki halda okkum vera hana verd.

Støða okkara til Guds er tann, at hann brigdar okkum ikki syndir okkara. Og hann finst ikki at skitnu klæðum okkara – tá ið vit soleiðis koma til hansara. Men Hann gevur boð um, at vit skulu vera latin í tey bestu klæðini.

Og hesi klæðini eru tann rættvísisklædningur, sum Jesus Kristus við lívi og deyða sínum hevur vunnið okkum.
E.A.J