Kom! Tú ert boðin við

Skrivað: Oluffa Andreasen

Og húskallurin segði: ”Harri, gjørt er sum tú skipaði fyri, og enn er rúm.” Tá segði húsbóndin við húskallin: ” Fari út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann vera fult. Tí at eg sigi tykkum, at eingin av teimun monnum, ið bodnir vóru, skal smakka kvøldmáltíð mína.” (Luk 14,22-24).

Alt er gjørt til reiðar, og so er bara at koma. Men so koma umberingarnar, og tær eru nógvar. Hin vanligasta umberingin nú á døgum er, at vit hava ikki tíð. Hitt verðsliga hevur so dygt tak á okkum, at vit forða okkum sjálvum at koma inn til gleðina og heldur liva eitt eydnuríkt lív í heiminum. Okkum tørvar Jesus, og hann skal siga okkum, at lívið er ikki bara teir verðsligu lutirnir. Gev tær tíð at liva, og ikki bara koma við umberingum. Í Lukas 19,10 lesa vit: “og sonurin er komin at leita upp hitt farna og bjarga tí” Og vit síggja, hvussu íðin hann er, meðan hann ferðast frá einum staði til annað, at hjálpa øllum neyðstøddum og líðandi, sum hann kemur í samband við. Hann beyð øllum at koma til sín. Bøn mín er, at um tú følir Harrans kall ella verður boðin til Harrans borð, um ikki at bera teg undan, tí sum tað stendur, “eingin av teimun monnum sum bodnir vóru, og sum bóru seg undan skulu smakka kvøldmáltíð mína”.