Kongsbarnið verður borið í heim

”… »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!”
Luk. 2,10-11 Luk. 2,1-20

 

Jólaevangeliið byrjar soleiðis: “Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. Hetta fyrsta manntal var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriu.”

Augustus og Kvirinius eru søguligir persónar, og Jesu føðing er ein søgulig sannroynd, sum enntá ikki tey mest bíbliu-atfinningarsomu vilja avsanna. Jesu føðing setti mark í søguna. Tað verða vit dagliga mint á. Ár 2003 eftir Kristi føðing – soleiðis eru sjálvt Jesu mótstøðumenn noyddir at rokna.

Tjóðskaparliga var hetta ein myrk tíð fyri jødar við fremmandavaldi, og andaliga vóru tað bert nøkur fá, sum áttu ta livandi vónina, at Messias skjótt fór at koma. Augustus krevur, at øll fólk skulu verða tald – verða skrásett í fólkayvirlitinum, sum vit siga í dag – so at eingin skal lumpa seg undan at gjalda skatt. Tey skulu fara til ættarbygd sína, og Jósef og Maria noyðast so at fara til Betlehem, tí Jósef var av Dávids ætt. Tá ið tíðini var hetta ein long ferð, og tá ferðaðust fólk annaðhvørt til gongu ella á asnabaki.

Í Betlehem verður Maria so mamma. Uttan at vita ella vilja tað gekk Augustus keisari Guds ørindi. Hann skipaði fyri øllum soleiðis, at tað hendi so, sum Mika profetur hevði sagt nøkur hundrað ár frammanundan, tá ið hann spáaði: “Men tú, Betlehem, Efrata, eina minst av Juda túsundum, frá tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael, frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum.” Mik. 5,1. Tessvegna er orsøk at leggja dent á, at Gud er søgunnar Gud – heimssøgunnar eins væl og frelsusøgunnar.

Tað er ein løgin hugsan, at Guds sonur liggur í einari krubbu sum eitt lítið, hjálparleyst barn. Einki rúm var fyri teimum í tilhaldshúsinum. Hvussu man tað vera hjá okkum? Gloyma vit ta størstau gávuna fyri tær smærru, vit fáa? Gloyma vit tað størsta ljósið fyri ljósini á jólatrænum?

Uppi á okkara jólagávum eru gávukort, har tað stendur: Frá … Til … So skriva vit bert nøvnini uppá. Í fjósinum í eini krubbu liggur ein gáva. Hon er frá Gudi til tín: “Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll.” Róm. 8,32.
Ein gáva sigur okkum okkurt um gevaran – sigur frá kærleika hansara. Henda gávan sigur frá Guds kærleika: “Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav.” Jóh. 3,16. Eingin hevur nakrantíð givið størri gávu. Eingin hevur nakrantíð fingið størri gávu. Hugsa um, hvat ið tað kostaði gevaranum. Tað kostaði honum tað besta, hann átti. Ein gáva er nakað, tú fært, óuppiborið, hon er tað øvugta av løn. Hon skal heldur ikki gjaldast. Kortini er tað eitt, gevarin væntar sær: Tína tøkk – hjartans tøkk, ikki bert sagda við vørrunum. Vit kunnu eisini vísa okkara takksemi á tann hátt, at vit arbeiða, fyri at onnur, sum ikki hava hoyrt um gávuna, kunnu hoyra um hana. Hetta kalla vit missión.

 

Ein gáva kann hava stórt virði, sjálvt um hon verður rætt okkum í vánaligum ella fátæksligum pappíri. Soleiðis var við hesari gávuni. Lítil tyktist hon vera, men kanna hana nú, so sært tú, hvat ið hon er verd: “Tann, sum hevur sonin, hevur lívið.”
1. Jóh. 5,12.

Ein gáva má verða tikin ímóti. Ja, sjálvandi, annars fáa vit onga gleði av henni. Tað er jú ikki nóg mikið at standa og hyggja at henni, hávirða hana, tala um hana. Guds gáva er tín í tí løtuni, tú tekur ímóti henni og sigur takk. Og tá hendir nakað við tær: “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn.” Jóhs. 1,12. Tekur tú ikki ímóti gávuni, so vrakar tú ikki bert gávuna, men tú vrakar eisini kærleikan hjá gevaranum. Og tað ger hann sorgarbundnan.

 

Tey fyrstu jólini vóru heldur fátækslig. Har var eingin jólamatur, einki jólatræ, ongar jólagávur. Hvat var tað meðni, sum skapaði jól? Tað var gávan, sum lá har í fjósinum, í krubbuni. – Hvat skapar jól í dag? Sonn jól? Tað sama! E. Campbell umsetti.