Kongsboð Krists

”Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« ”
Matt.28,19-20

 

 

Soleiðis talaði Jesus á fjallinum til lærusveinar sínar, áðrenn hann fór til himmals. Frelsunnarverkið var at enda komið – tað hevði hann fullgjørt. Nú var honum fingið alt valdið í himli og á jørð. Í navni hansara kundi nú syndanna fyrigeving og frelsan av náði verða boðað um allan heim. Og sjálvur skuldi hann vera við vitnum sínum allar dagar alt til veraldar enda. Sjálvur vil hann leiða boðanina av frelsuni, so leingi náðitíðin er. Og søgd í stuttum er boðan hansara henda í dag so væl, sum hon var tá. ”Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur. ” Mark.16,16.

Lýdnir hesum kongsboðum fóru lærusveinarnir út um heimin við orðinum um Guds náði, ið Jesus við krossdeyða sínum hevði vunnið einum og hvørjum syndara.

 

Og lýdnir hesum frelsarans boðum hava vitni hansara gjøgnum tíðirnar boðið henda dýra boðskap fyri fólkasløgunum. Ígjøgnum trongdir og neyð, ígjøgnum atsóknir og deyða bóru Jesu vinir boðini út um heimin – út til øll tey, sum ikki kendu hin eina sanna Gud og son hansara, Jesus Kristus, hvørs blóð reinsar frá allari synd. ”Men Pætur segði við teir: »Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans. ” Áps.2,38

 

Og nú tú, sum ert føddur í einum kristnum samfelagi, sum í dópinum fekst barnarætt hjá faðirinum í himli, og sum soleiðis skuldi verið ein Jesu lærusveinur á jørð – eigur tú hina livandi trúnna á Kristus, trúnna, sum er neyðug fyri, at tú kanst hava barnakor hjá faðirinum í himli? Ella ert tú vilstur burtur frá faðirheiminum, sum tú vart doyptur til at eiga lut í? Minst til, Gud faðir leingist eftir tær, hann stendur við opnum ørmum fyri at taka ímóti tær, og Jesus vil vísa tær leiðina. Ert tú vilstur burtur, tá statt upp og gakk heim til faðir tín!
n.