Kongur jødanna er okkara kongur
“Tað er ov lítið fyri teg at vera tænari mín til tess at endurreisa Jákups ættir og leiða hini varðveittu av Ísrael heim aftur; tí geri eg teg til ljós fyri heidningarnar, so at frelsa mín má røkka út um alla jørðina” (Jes 49,6).
Jødadómur er væl bara fyri jødar? Hvat rakar tann jødiski Messias okkum? Ísraels Gud hevur eina aðra fatan! Jesaja profetur er sloppin at hoyra eina himmalska samrøðu millum Gud og son hansara. Hann, ið hevur skapað himmal og jørð, sigur við son sín, sum ikki er vorðin menniskja enn, hvat uppgávan er, tá hann einaferð er føddur í Betlehem. Tá skal hann ikki bert vera Messias fyri Ísrael, men eisini eitt ljós fyri heidningarnar. Altso øll fólkasløg, ið ikki eru jødar.
Jesus skuldi altso ikki einans vera kongur jødanna, men eisini eitt ljós fyri okkum. Vit sleppa at fáa ágóðan av jødakonginum, hóast vit eru heidningar. Tá hann skuldi ígjøgnum so nógva líðing, pínu og deyða fyri at gjalda menniskjunnar skuld móti Gudi, var tað ikki nóg mikið fyri Gud, at hetta einans skuldi gagna einum lítlum skara. Gud vil, at frelsa hansara, sum kostaði honum son sín, skal røkka út um alla jørðina! Jesu uppgáva er sostatt dupult: Hon er bæði fyri jødar og øll onnur fólkasløg.
Tí rakar tað okkum, at Jesus varð føddur í eini lítlari jødiskari bygd. Tí Ísraels Gud er tann einasti sanni Gud fyri allan heimin. Allir aðrir gudar eru deyðir, men Jesus er livandi. Hann reis úr grøvini páskamorgun, og er okkara sprelllivandi frelsari – júst í dag!