Krist í løn
Ein sangur, eg ofta hugsi um gjøgnum arbeiðisdagin, er sangurin ‘Ofta leitaði eg, Harri’.
Tann, sum hevur yrkt sangin, hevur sæð, hvat Gud hevur gjørt fyri hann. Tá sangir siga bíbilskar sannleikar eru teir góðir. Soleðis er tað við hesum sanginum fyri mítt viðkomandi. Tað eru serliga tvey ørindi í sanginum, sum eg hugsi um, og tað eru ørindini 2 og 3:
Fyrr á kenslur bert eg bygdi,
men nú er Guds orð mín grund;
hús, sum ei er bygt á klettin,
farast má í ódnarstund.
Eg, sum hevði stóra ætlan,
bardist undir stríð og bøn,
eri nú ein partur av tí
ætlan, sum fær Krist í løn.
Grundin, til at hesin sangur er so góður fyri meg, er, at eg kenni meg aftur í tí, sum hann sigur. Uttan iva gera onnur tað eisini. Eisini eg royni at stríðast og leggja ætlanir um at toknast Gudi og verða nóð góður til at kunna kallast eitt Guds barn. Men tað er bert ein grund, sum heldur, og tað er Jesu fullgjørda frelsuverk á Golgata. Einki annað heldur. Tað lív, sum er bygt á tað, sum tú kanst gera, tað fer í ódnarstundini. Tað er stórt at kunna siga at mítt lív er trygt, tí tað er bygt á tann klettin, sum heldur. Tað snýr seg ikki um meg, og hvat eg havi og kann gera, men um Jesus og bara hann. Eg eri við tí ætlan, sum fær Krist í løn.