Kristi himmalsferðardagur – deyðin ein vinningur
“Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur. ”
Fil.1,21
Martin Omdal
Hetta er vitnisburðurin, sum vit fáa frá Paulusi í Filippibrævinum 1,21. Vit kveistra hetta kanska frá okkum? Ja, tí er deyðin ikki hin “síðsti fíggindin?” Soleiðis stendur jú skrivað í 1.Kor.15,26. Fyri okkara likam er deyðin helst “síðsti fíggindin”, men fyri okkara ódeyðiligu sál og æviga anda, er deyðin hin síðsti vinningurin hjá okkum, Guds børnum, á hesi jørð. Deyðin kemur til okkum sum ein bjargingarmaður, ið bjargar okkum frá likaminum, sum er “okkara jarðiska tjaldbúð”, og vit flyta inn í nýggja bústað okkara, eini hús, ein bygning, sum er frá Gudi í himlinum, og sum ikki er gjørdur við hondum. Lesið 2.Kor.5,1 og frameftir. Harvið verður deyðin hin síðsti tænarin, sum Gud sendir okkum, ein tænari, sum ber okkum frá hesum jarðiska lívi inn í tað himmalska.
Her komi eg at hugsa um eina hending, sum ongantíð fer frá mær. Eg kom heim úr Amerika við “Bergensfjord” í 1961. Vit sigldu í sjey samdøgur tvørtur um Atlantshavið. Tað bar so á, at vit løgdu at byngjubryggjuni í Kristianssand upp á slagið 24 Kristi himmalferðardag. Kirkjuklokkurnar í dómkirkjuni slógu síni 24 tungu sløg, og tað var midnátt. Niðri á bryggjuni stóðu tey mongu kendu og kæru, sum væntaðu okkum heim. Tey veittraðu og róptu: “Vælkomin heim!”
Skjótt settu tey landgongubrúnna upp til okkara, og vit gingu í land. Vit vóru komin heim í øllum góðum. Tá var tað, at Harrin talaði so sterkt og greitt til mín: “Martin! Ein himmalferðardagur fer at koma í lívi tínum. Tá ið klokkan slær síni 24 sløg í tínum lívi upplivir tú tín himmalferðardag. Tá skal eg leggja eina landgongubrúgv niður til tín, so tú kanst fara frá borði, og tú ert heima í himlinum. Og landgongubrúgvin, sum eg skal leggja niður til tín, er deyðin. Tá fert tú at møta øllum tínum kæru og teimum, sum eru farin undan tær, aftur. Tá eru tit heima um ævir í himli.”
Deyðin – ein “landgongubrúgv” – ein Guds tænari – ein vinningur!
Håkon E. Andersen, bispur segði tað soleiðis einaferð: “Deyðin var so slúkin og slúkti Jesus – men doyði av tí!” Ja, tað samsvarar við orðini hjá Paulusi í 2.Tim.1,10: “… hann sum gjørdi deyðan til einkis og leiddi lív og óforgongiligleika fram í ljósið við gleðiboðskapinum, ” – Á áminningardegi teirra sjólatnu plaga vit at syngja: “Tí deyður er deyðin, og horvið er hav.” nr.579. Á, sum hetta er ein yndisligur boðskapur fyri okkum deyðiligu menniskju! Tá er óneyðugt at óttast deyðan. Í kærleikanum finst ongin ótti. Hin fullkomni kærleikin rekur óttan út, eisini deyðaóttan, og vit kunnu takka Gudi Faðiri fyri allar lutir, eisini fyri deyðan, tí hann er “ein vinningur”. Hetta lyftið fevnir um øll tey, sum saman við Paulusi kunnu vitna: “Fyri mær er lívið Kristus!” Er Kristus Jesus títt lív?
“Brevet” E.Campbell umsetti
Edvard Poulsen

