Krossmerkið
”Og tá ið eg kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum avburðarmaður í málsnild ella vísdómi og boðaði tykkum Guðs vitnisburð. Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan. ”
1Kor.2,1-2
Soleiðis byrjar Paulus ápostul 2.kapittul í fyrra brævi sínum til fólkið í Korint. So stóran dent leggur hann á boðanina um tann krossfesta Jesus Krist. Krossdeyðin var tann vanvirðiligasti av øllum. Og henda deyðan leið Frelsarin fyri okkara synd.
Av tí, at Jesus varð krossfestur, kom krossmerkið at verða eyðkennið – ja, tað elskaða heiðursmerkið hjá kristnum fólki eftir deyða Jesu Krists.
Krossmerkið fylgdi við kristindóminum út um øll lond, allan heimin. Eisini higar til okkara lítla land úti í miðjum Atlantshavi kom krossmerkið at verða tað felagsmerkið, fólkið alt hevur fylkst um í góðum og ringum tíðum – í gleði og sorg – í túsund ár. Hesum vitna mong staðarnøvn um, t.d. Krosstindur, Uppi á Krossi, Krosslíð o.m.o.
Úr hesum plássum bar til at síggja krossin á kirkjutorninum. Kirkjan í bygdini bar krossmerkið fyri at minna um, at Jesus Kristus var deyður fyri syndir okkara. Vit hava fleiri skaldaorð um kirkjuna og krossmerkið, t.d.
“Syndarum veitti hann sálarbót,
gívrum og huldum hon vardi ímót,
verjir enn móti tí ranga,”
Og í einum øðrum sálmi:
“Høgt ærist nú á foldum krossarmerkið,
ótaldar kirkjur fremja frelsuverkið.”
Ættarlið eftir ættarlið hava gomlu fedrar okkara fingið rist krossmerkið bæði fyri enni teirra og bróst til ein vitnisburð um, at teir skuldu tilhoyra hinum krossfesta Kristi. Og krossmerkið høvdu teir við sær, hvar teir so fóru, á sjógvi og á landi til ein vitnisburð um, at teir í dagliga gerninginum tilhoyrdu Jesusi Kristi, tí krossfesta.
Nú stendur til okkara ættarlið at royna at varðveita krossmerkið og trúnna á Kristus og bera hesi virði til tað komandi ættarliðið.
Tá ið eg í stillum stundum í huganum leiti aftur til mítt barnaheim – og tað hendir ofta, tá eru tað tær vælsignandi og signandi hendurnar á móður míni, eg altíð síggi fyri mær. Eingin onnur mynd á mínum lívsvegi hevur verið mær so góð og virðismikil, sum móðurmyndin, ið risti kross fyri andlit mítt og bróst og signaði meg í navni Gud Faðirs, Gud sonar og Gud Heilaga Anda.
“Kross Krists eg fast vil halda…”
n.