Kunnu vit altíð vera glað?

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Verið altíð glaðir!” (1 Tess 5,16)

Hvussu kanst tú bjóða øðrum altið at vera glað? – Hetta minnir meg á eina sýning um uppaling, eg einaferð sá. Ein pápi hevði givið soni sínum eina fleingju. Tá ið sonurin hevði grátið eina løtu, álegði pápin við torurødd. “Síggj glaður út!” Hetta helt eg vera ov nógv at krevja. Tú kanst ikki eftir eina slíka eyðmýking gerast glaður.

Kortini býður Gud okkum hetta. Hann býður eisini, at vit skulu elska. Tað kann ein enn minni fyriskipa við eitt nú valdi: At elska Gud; elska næsta sín sum sjálvan seg.

Ferðast vit ikki øll um við eini loyndarfullari kenslu av, at Gud hevur farið órættvísiliga við okkum og granna okkara? Er hann ikki ein løgin verndari, ið vit ógjørligt kunna seta hátt? Ein og hvør myndatakari veit, at tá ið eitt menniskja gongur í egnum tonkum, fær tað í løtum eina dapra útsjónd. Tí sigur myndatakarin ferð eftir ferð: “Síggj eitt sindur glaður út!”

Tað er bara ein frágreiðing um Guds løgnu boð. Kirkjufaðirin Augustin hevur rættu orðingina: “Veit mær tað, tú býður, og bjóða tað, tú vilt!”

Jú, tað er loyndardómurin. Guds boð eru annað enn bara boð. Tey eru eisini lyftir. Tá ið Gud í sjeynda boði sigur, tú mást ikki stjala, so er tað samstundis eitt lyfti um, at hann fer at geva okkum dagliga breyðið, uttan at vit taka tað frá næsta okkara ella vit tilogna okkum hansara pening við “følskum vørum ella øðrum sviki” – sum Luther sigur í síni frágreiðing til boðið.

So latum okkum í áliti á Guds boð og lyfti vera glað og takksom.

Guds orð og lyfti kann ongan svíkja,

um klettar klovna, tey fast tó standa.

Tá vinir burtur frá okkum víkja,

vit vita Guds orð stár fast.

(HMS 223,1)