Kunnu vit velja skeivan veg?

”Tummas sigur við hann: »Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?« Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Jóh.14,5-6

 

Teim flestu av okkum dámar ikki broytingar. Vit eru tryggast, um alt er í síni føstu legu. Tá ið Jesus skuldi fara frá lærusveinunum, gav hann teimum eina nágreiniliga frásøgn um, hvussu teir skuldu gera. Jesus ger teimum greitt, at hann skal fara frá teimum, men gevur teimum samstundis lyfti um, at burturferð hansara til Faðirin verður teimum at gagni.

Jesus sigur onki um, hvagar hann fer uttan hesi fáu orðini: ”Eg fari til Faðirin” og leggur so afturat: ”Hagar vita tit vegin.”

Víst høvdu teir hoyrt um vegin. Sambært teirra barnatrúgv var bert ein vegur til Guds: Lívið eftir lógini. Tann ótolni Tummas hevði sæð, at vegur lógarinnar ikki longur var tann rætti. Men enn hevði hann ikki fingið tak á tí nýggja, sum Jesus kom við. Boðskapurin um krossin, uppreisnina og hvítusunnuna hoyrdi framtíðini til. Hann hevði sæð, at tænasta var meira enn offur og at kærleiki var betur enn lógargerningar. Men hann vildi fáa hetta meira nágreiniliga at vita, og tí spyr hann beint fram: ”… »Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?« ”

Tá kundi Jesus havt sett upp eitt fullfíggjað yvirlit yvir framtíðina. Hann kundi havt merkt vegin av, so at ongin kundi mistaka seg.

Ein segði einaferð: jú gjøllari, eg fái at vita um, hvønn veg eg skal koyra, jú vísari eri eg í, at eg fari at villast.

Og í hesum biltíðum man mangur sanna, at soleiðis er. Vit fáa gjølla at vita um krossvegir, bensinstøðir o.s.fr og villast kortini. Tí er onki so trygt sum at hoyra, ”Lat meg heldur koyra teg.” Tá verður hesin persónurin sjálvur vegurin, og trupulleikin at finna er ikki til longur.

Tað var júst hetta, Jesus gjørdi, tá ið hann svaraði: ”Eg eri vegurin”. So var onki at ivast í. Hann vildi ikki avmynda eitt vegkort við øllum tess einkultheitum. Hann visti, at umstøðurnar fóru at broytast frá ætt til ætt, so at tað fór at vera torført at fáa alt við á kortið.

Og tá ið hann samstundis sigur: ”…»Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ” so sigur hann her, at samfelagið við hann varir um allar ævir. Tað er og verður lívsneyðugt hjá øllum teimum, sum vilja liva víðari.

Tann, sum er í fylgi við Jesusi, villist ikki, men kemur tryggur á mál.

Hans orð er lykt fyri fótum tær,
miss ikki Jesus úr eygsjón!
Tú liva skalt ævigt honum nær,
miss ikki Jesus úr eygsjón.