Lær meg livandi trúgv
“Lær meg at elska av hjarta so kært,
Lær meg at tæna, sum tú hevur lært,
Lær meg at ganga, har tú bygdi brúgv,
Lær meg livandi trúgv.”
Hendan sangin hava vit sungið nógv tey seinastu árini – men tað síðstu tíðina havi eg hugsa meir og meir um tekstin í sanginum, og hvat hann veruliga sigur.
Vit syngja “Lær meg” – fyri at Jesus kann læra okkum nakað, so eru vit noydd fyrst og fremst at brúka tíð saman við honum. Meira tíð vit brúka saman við honum, meira sleppur hann framat at læra okkum at líkjast honum. Síðani mugu vit verða villig til at verða brúkt av Jesusi, soleiðis at vit kunnu brúka tað hann lærir okkum.
Í næsta versið í sanginum syngja vit:
“Gev mær eitt hjarta, sum logar,
Eitt brennandi kærleikans bál.
Brúka mítt lív til at verma
Ta køldu og einsomu sál.”
Meir vit fylla okkum við Jesusi, meira verða vit fylt við hansara kærleika – soleiðis kunnu vit síðani elska okkara næsta. Eru vit villig til at lata Gud brúka okkum at hjálpa teimum einsamøllu? Eru vit villig at ofra okkara egna “stuttleika” viðhvørt og í staðin brúka tíð saman við onkrum, sum vit vita er einsamøll/einsamallur? Hava vit eingongd tíð at hugsa um tey, sum møguliga stríðast, hava tað tungt ella eru einsamøll – vit hava so nógv at gera og fylla okkara gerandisdag við so nógvum, at vit hava næstan ikki tíð at lurta eftir, hvat Gud vil brúka okkum til í okkara gerandisdegi.
Mín bøn er, at vit sum trúgvandi stremba eftir at læra okkum at hava eina livandi trúgv í gerandisdegnum – at vit eru livandi og aktiv vitnir um Jesus og hansara kærleika, bæði í orði og í verki. At vit sum trúgvandi eru har fyri hvønn annan, stuðla hvør øðrum, uppmuntra hvønn annan, lyfta hvønn annan upp – og at vit síðani eisini eru vitnir fyri teimum, sum eru rundan um okkum, sum ikki kenna Jesus – men at tey vónandi kunnu síggja Jesus í okkum.