Lat Gud eyðmýkja teg
“Eyðmýkið tykkum tí undir Guds veldigu hond, fyri at hann á sínum tíma má upphevja tykkum” (1 Pæt 5,6).
Eitt, meg minnist best, tá ið ein lítir aftur á farnu dagar, eru tær ferðir, eg var vorðin eyðmýktur. Tú vart støktur av. Eins stoltleiki varð særdur, so hjartað kveppaðist. Fyrstu ferð, meg minnist at hava upplivað slíkt, var, tá eg fylti fýra ár. Nakrir javnaldrar mínir komu at heiðra meg. Teir vórðu bodnir heim til okkara til kakao og køkur og annað gott. Síðani út at spæla. Ein genta, ið ansaði okkum heima, varð biðin um at ansa eftir okkum, meðan vit spældu. Har var ein verjugarður, vit kundu leypa upp á. So galt um at leypa niðurav aftur. Øll kláraðu hetta uttan eg. Eg tordi ikki. Tá læu øll. Sjálvt hon, ið ansa skuldi eftir okkum, nýtti niðrandi orð um meg. Hesa svíðandi løtu gloymi eg ongantíð. Pínuna frá hesi løtu, nú 78 ár aftaná, fer mær ongantíð úr minni.
Undrist ikki um, at Gud heldur á at loyva einari eyðmýkt fyri og aðrari eftir. Vit kunnu suffa og halda: kæri Gud, hví so nógvar eyðmýkingar? Gud svarar: nei, vegna tína hugmóð, stoltleika, tína sjálvgóðsku, títt hástóra lyndi – tú veitst kanska ikki sjálvur, men ver vísur í, at onnur hava aðra fatan – tú kanst ikki koma í Himmalin, sum tú ert. “Tá ið bara Harri mín vil taka meg sum eg eri”, kann ein gamal siga, og hetta skal ljóða eyðmýkjandi og væl og eisini gudsóttandi. Tað er júst hatta, Gud ikki vil. “Tit skulu leggja av hina gomlu menniskjuna og íklæðast hina nýggju” (Ef 4,22).
Nýggja menniskjað í okkum varð veruleiki við eini heildareymýking. Leggja gamla menniskjað frá okkum, kunnu vit einans, við tað at vit lata Gud eyðmýkja okkum, sum hann heldur vera okkum at gagni.
Tú best mær tørv og trongd, o, Drottin kennir,
hartil øll lívsins gongd frá tær upprennur,
og hvat mær gagnar best í lut at fáa,
frá fyrndini tú sá, mín sál,
hvat bilar tá?
Lat Gud bert ráða.
(SB 550,6)