Lat hetta ikki henda hin eina dag
Eg var í vikuni ein túr á Fugloynni. Vit fóru í góðari tíð og parkeraðu bilin hálvan tíma áðrenn fráferð. Vit vóru eitt ferðalag upp á 8 fólk og koyrdu í tveimum bilum, men hin bilurin var langt aftanfyri. Tá vit komu til bátin og hildu, at vit vóru í góðari tíð, fingu vit at vita, at um vit skuldu við bátinum, so skuldu vit skunda okkum, tí skjótt varð fult. Vit skundaðu okkum umborð og ringdu beint til fólkini í hinum bilinum. Vit greiddu teimum frá, hvat vit høvdu hoyrt og bóðu tey skunda sær. Í lítlari vón sendi eg eina bøn uppeftir, um at tey eisini máttu sleppa við.
Tá tey komu á keiina var lang bíðirøð. Øll tey, ið ikki náddu bátin. Hóast báturin var fullur, kundu vit ikki sigla avstað, tí tað vóru enn 20 minuttir til fráferð. Bíðirøðin á keiini bleiv longri, og vit bíðaðu. Brádliga segði maðurin, at nú kundu øll, sum stóðu í bíðirøðini, sleppa umborð. Ein maður var komin til arbeiðis afturat, og tað gjørdi, at øll sluppu við í síðstu løtu – Bønarsvar!
Tá segði fastir mín ein setning, ið rakti meg. ”Lat hetta ikki henda hin eina dag”
Inntil tann dagin sleppur sjálvt tann síðsti við, men tann eina dag verður ov seint. Ein dag sleppa ikki fleiri við bátinum. Hevur tú tá ringt til øll? Hevur tú fortalt øllum, at báturin fer avstað? Ella er tað kanska tú, ið manglar at koma umborð?
“Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!” (Matt 25,13)