Lat hurðina upp fyri Jesusi
“Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær” (Opb 3,20).
Sagt verður um bønina, at hon er sálanna andadráttur, og tað er ein góð mynd. Á sama hátt sum luftin umgevur okkum frá øllum síðum og sum vit bara kunnu anda inn í lunguni, har hon ger sín lívsneyðuga gerning í øllum kroppinum, líka so stillisliga kemur Jesus inn í okkara hjarta og ger sín góða gerning, tá vit bjóða honum inn. Hann vil so gjarna eta nátturða saman við okkum, sum er mynd uppá alt tað fortróliga, trygga og ta persónligu samveruna, vit hava við Gud. Bøn er at geva Jesusi loyvi til at koma inn fyri at geva okkum sína kraft til okkara hjálparloysi, syndanna fyrigeving av síni stóru náði. Sjálvt tann máttlítli kann brúka bønina, tí tað avhongur ikki av okkara styrki, men um vit vilja.
At biðja er at lata hjartadyrnar upp og lova Jesusi inn. Við meinigheitina í Filadelfia sigur Gud: “Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær, sum ongin er mentur at lata aftur, tí at tú hevur lítlan mátt, og kortini hevur tú varðveitt orð mítt og ikki avnoktað navn mítt” (Opb 3,8). Hann hevur sett einar dyr opnar fyri okkum, og hann biður okkum um at koma við frímóði.