Lat Jesusi upp!
”Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. ”
Jóh.1,11
Eina jólanátt vóru tveir brøður í Íslandi á veg yvir fjøll heim at halda jól. Ódnarstormur og kavarok kom á teir, og hvør fór frá øðrum. Annar finnur fram á eina fjallasmáttu og sleppur sær inn og bjargar sær. Langt aftan á kemur hin beiggin eisini hagar og bankar uppá, tí hann vil sleppa inn.
Men hin, sum inni er, heldur hetta vera eitt spøkilsi og vil ikki lata upp. Í tí skili lá bróðurin deyður uttanfyri, tí hin tordi ikki at lata honum upp. ”Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. ”
Eina jólanátt kom Jesus Kristus niður á jørð við náðini og sannleikanum.
Hann kom við einum nýggjum sáttmála at bjóða okkum menniskjum, sum eftir tí gamla lógarsáttmálanum áttu at verða dømd til ævigan deyða. Hann kom til síni egnu – sítt egna fólk – Guds fólk, Ísraels, men hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Tey lótu ikki upp fyri honum. Tey tordu ikki at líta seg til hansara, sjálvt um hann fyri at bjarga teimum, doyði úti á Golgata.
Nú halda vit aftur einaferð jól. Jesus Kristus vil aftur nú minna okkum á, at hann kom við náðini og við sannleikanum í heimin. Hann kemur til okkara sum hitt einasta sanna ljósið, sum upplýsir hvørja sál um ta frelsu, sum er í trúnni á hin krossfesta og upprisna. Letur tú upp fyri honum? Ella lítur tú meira á alt tað, sum her í heiminum tykist at kunna verja teg so væl t.d borgarligar og sosialar lógir, vanlukkutryggingar og húsatryggingar, eina góða fasta inntøku o.s.fr.
Minst til, heimurin skal fara til grundar og alt tað, í honum er; men so mongum, sum taka ímóti Jesusi, teimum gevur hann mátt til at vera Guds børn, og tey skulu um ævir ikki doyggja.
Lat Jesusi upp nú á jólum! Hann er bróðir tín, sum vil gera tær ferðalag og føra teg inn í Guds ríki.
n.