Lat Kristus leiða teg til neyðin er av
Ofta, tá ið okkurt óvæntað hendir okkum, til dømis ein arbeiðsvanlukka ella brádlig sjúka, verður ofta spurt “hví eg?, “hví nú?”.
At svara hesum spurningum kann verða trupult, tí í flestu førum er svarið ógreitt ella ómøguligt at finna. Hinvegin kunnu vit seta somu spurningar um Jesus Kristus og fáa greið svør um hann í skriftini. Hetta kann hjálpa okkum at finna hvíld, hóast støðan, vit eru í, tykist okkum trupul og óskiljandi.
Tá Jesus av órøttum bleiv ákærdur fyri gudsspottan og bleiv leiddur fyri elstaráðið, mælti hann ikki ímóti og bað ei heldur sínar lærusveinar gera mótstøðu. Stillisliga tók hann við dóminum, sløgunum og deyðanum. Eyðmjúkur og særdur bar hann alt við toli. Sjálvt í síni svárastu pínu, bað hann fyri teimum, sum spottaðu seg – “Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!” (Luk 23,34)
Vert er at minnast, at Jesus hevði biðið fyri hesum degi og enntá biðið um at sleppa undan “tak hesa skál frá mær” (Luk 22,42). Ja, so nógv stóð á, at hann sveittaði blóð (Luk 22,44). Sanniliga var tað ikki lætt fyri Harran at møta sínum fíggindum, sum vildu drepa hann. Men líðin lat hann sítt lív fyri at bjarga okkum syndarum.
So, tá vit uppliva svárar støður, kann tað hjálpa at hugsa um Harran, sum hevði hitt harðasta stríðið og lata hann leiða okkum til neyðin er av.