Lat okkum ikki vera sjálvsøkin

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

”Eg ætlaði mær ikki upp at vitna í dag.” Hetta er ein setningur, sum eg havi hoyrt nógv fólk byrja sín vitnisburð við. Hvørjaferð eg havi hoyrt henda setningin, havi eg vanligt hugsað ”ája, hon ella hann ætlaði ikki at vitna, men fór kortini – kanska eg burdi eisini”.

Men seinastu vikuna havi eg sæð henda setningin heilt øðrvísi. Í Trúpoddanum í gjár tosaðu vit um at vera lýðin. Í samtaluni fóru vit at tosa um vitniløtur og henda nógv brúka setningin ”Eg ætlaði mær ikki upp at vitna”. So segði Heri Danielsen ein setning, sum orduliga setti seg fastan hjá mær. – Hvussu býttisligur er hesin setningurin? Hvussu sjálvsøkin eru vit ikki sum menniskju at hugsa: Í dag tími eg ikki at vitna um mín frelsara!

Jesus segði við sínar lærusveinar: “Farið tí og gerið øll fólkasløg til lærusveinar mínar.” (Matt 28,19) Vit eru øll kallað at fortelja um Jesus. Vit eiga ikki at skammast ella at vera sjálvsøkin. Vit eiga at rópa út um okkara frelsara, ið hevur bjargað okkum frá glatan.

Lat okkum biðja um, at Gud má geva okkum dirvi og frímóð til at tala og vitna, har hann kallar okkum.