Lat teg ikki leiða í freistingar

”Tí eiga tit at biðja soleiðis: Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa. ”
Matt.6,9-13

 

Unni Fredstad talaði á Visjon Norge.

Har segði hon m.a. soleiðis:

Eg havi eina vinkonu. Einaferð ringir hon til mín og sigur, at hon nú er farin at fáast við tað okkulta, og tað er so spennandi. Eg svari henni aftur, at hetta er av tí ónda, og eg royni at siga við hana, at tað tykist kanska spennandi í fyrstani, men um eina tíð fer hon at merkja, at hon fær tað ógvuliga ringt innan í sær. Men hon heldur fast við sítt.

 

So gongur ein tíð. So ringir hon aftur og sigur, at hon merkir, at okkurt ónt er komið inn í seg, og at hetta vil hon ikki hava. Hon spyr, um eg kann hjálpa sær.

 

Eg svari henni aftur, at hon má avnokta alt tað ónda, og hon skal taka hvønn setning upp eftir mær. Eg fari so undir at siga trúarjáttanina: „Eg avnokti djevulin og allar gerningar hans, og allan atburð hans ….“ Og hon tekur tað upp eftir mær. Tá ið eg eri liðug at siga trúarjáttanina, letur í henni: „Tú, nú merkti eg, at okkurt ónt í hjarta mínum fór út. Sum tað er gott. Takk, at tú vildi hjálpa mær.“ Vit mugu halda okkum burtur frá øllum okkultum, tað er ikki at spæla við.

Effie Campbell.