Legg teg á knæ
”Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir. ”
Sálm. 127,1
Sverre Sein, fyrrverandi aðalskrivarin í ”Norsk Søndagsskoleforbund”, skrivar hesa hugtakandi frásøgn:
”Ein vinmaður segði frá eini ferð, hann hevði verið í Onglandi. Hetta var um summarið. Á ferð síni kom hann til eitt sera gestablítt heim, har fólkini vóru framúr vinalig.
Hann fór út í garðin at hyggja seg eitt sindur um. Sum hann gongur, kemur hann til ein bonk, har ein pláta lá. Á hana var eitt skriftstað seymað: ”… Komið, latið okkum falla á knæ fyri Harranum, Skapara okkara.” Sálm.95,6. Hetta gjørdist til eina løtu í tilbyðjan og eina ríka stund. Gud var nær.”
Síðani eg hoyrdi hesa einføldu frásøgn, hava greiðu orð hansara rungað í sinni mínum: ”Latið okkum falla á knæ …” Mangt hevði ivaleyst verið øðrvísi í lívi okkara, um vit nýttu meira tíð í bøn til Gud. Vit hava so ómetaliga nógv at gera, so nógv sum vit skulu røkka her í lívinum. Men hugsa, um meiri tíð hevði verið nýtt til bøn, ja, tá høvdu eisini størri hendingar farið fram. Einki í heiminum kann avrika so nógv sum samanløgdu hendurnar og boyrdu knøini. ”Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva …” Eru knø tíni ov stirvin til at vera boygd, ella hevur tú upplivað, at tú hevur ongantíð fingið so nógv frá hondini, sum tá tú nýtti tíðina í bøn? Ein gamal maður plagdi at siga: ”Vit verða hildin uppi við at verða hildin niðri.”
Man nakar gudfrøðiligur professari hava sagt slík vísdómsorð?
A.J