Legg tú á Harran tínar leiðir

Skrivað: Tórur Jacobsen

“Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna.” (Sálm 37,5).

Lívið gongur ikki altíð sum ætlað – heldur ikki, um vit hava bygd okkara lív á Jesus. Um vit geva okkara lív fult yvir til hann, so hann sleppur at gera av, hvussu okkara lív er, so hava vit ongan rætt at vænta, at lívið altíð verður lætt. Jesus lovar okkum ikki eitt lætt lív.

Gud kennir okkum betur enn vit kenna okkum sjálv – Hann hevur jú skapt okkum. Hann veit, hvat er best fyri okkum, og hann vil gera tað, sum er best fyri okkum. Um vit tí lata hann ráða í okkara lívi, so eiga vit eisini at líta á hann, tá lívið gerst trupult. Tá vit ikki síggja nakra vón fyri framman, og vit kenna okkum sum í einum djúpum dali, tá ynskir Gud, at vit skulu leggja alt okkara álit á hann, so hann kann læra okkum nakað gjøgnum truplu tíðirnar.

Tað er ein orsøk at vakstrarhús og urtagarðar ikki eru at finna á fjallatoppum, men niðri í dølum. Gróðrarlíkindini eru best niðri í dalinum. Soleiðis er eisini við okkara andaliga lívi, vit veksa mest og styrkjast í trúnni, tá lívið er trupult, og vit verða noydd at seta alt okkara álit á Harran.

Mitt í tí trupla er ikki altíð lætt at síggja, hvat Gud ynskir at læra okkum, men tað er sum oftast á fjallatoppinum, at vit síggja, hvat vit lærdu niðri í dalinum.