Aftur til forsíðu

Leirið og smiðurin

Leirið og smiðurin

Skrivað: Tórur Jacobsen

“Broyt mítt hjarta, Gud, lat tað vera reint. Broyt mítt hjarta Gud, eg vil líkjast tær.

Eg eri leirið, smiður ert tú. Mynda og boygg meg, hetta biðið eg.”

Gud ynskir at vera harri yvir øllum økjum av okkara lívi. Tá vit geva okkum yvir til hann, vil hann, at vit geva okkum fult, júst sum vit eru, so vit loyva honum framat, og hann sleppur at mynda okkum soleiðis, sum hann vil.

Eins og leirkerasmiðurin ikki kann mynda leirið soleiðis, sum hann vil, um tað ger mótstøðu, so er eisini við okkum, um vit leggja okkara egnu ætlanir um okkara lív, uttan at taka Gud við í myndina.

Leirkerasmiðurin hevur sínar góðu ætlanir við leirinum, og hann veit, hvussu leirið skal myndast, áðrenn hann er byrjaður at gera tað. Gud veit, hvat er best fyri okkum, tí er tað so týdningarmikið, at vit ikki gera mótstøðu, tá hann roynir at mynda okkum.

Tað er ikki altíð lætt at lata Gud mynda seg, vit vilja jú altíð hava kontrol yvir okkara lívi, og vit hava heilt sikkurt økir í lívinum, har vit hava trupult við at lata Gud ráða. Men so leingi, sum vit sjálvi ynskja at stýra okkara egna lívi, so kann Gud ikki mynda okkum og gera við okkum sum hann veit er best.

A+