Leirkerið

Skrivað: Magnus Hansen

Jeremia 18,1-6.

Jeremia vísir okkum her Guðs nærveru, og hvussu hann virkar í okkara lívi. Kanska er hendan myndin her eitt sindur suðurlendsk, men vit kenna hana væl: Hetta at leirkerasmiðurin skapar og umskapar leirið í sínum hondum. Hvussu leirið er, hevur jú tann týdningin, hvat leirkerasmiðurin fær burturúr tí. Vit kunnu siga, at tað er í samstarvinum millum Guð og okkum, vit verða myndað. Eins og leirkersmiðurin og leirið eru í einum kreativum samstarvi, soleiðis er eisini við okkum: Guðs góðska kann fáa eitt menniskjansligt andlit ella yvirbrá í okkum.

Tað er, tá ið eg eri stillur fyri Guði, tá ið eg fult og heilt leggi meg í hansara hendur. Tá ið eg í mínum hjálparloysi biði hann um at taka stýrisvølin í hond, so vil hann við markleysa kærleika sínum skapa meg til tað, sum hann vil, og sum er tað besta fyri meg.

Í øllum lívsins viðurskiftum eru vit í Harrans hondum. Hvussu er nú hesin leirklumpurin, sum Harrin hevur í síni hond? Hann skal kanska eltast til. Luftbløðrur eru í honum, kanska onkur óreinur klumpur, sum skal burtur. Eg má eisini geva tí gætur, hvat Harrin vil skapa meg til!

Í hesum dynamiska spenninginum millum Guðs ætlan og mín longsul og mín vælvilja, tekur lív mítt skap.

Men hvussu reflekterar mítt egna eg – mítt sjálv – Guðs andlit, Guðs kærleika og Guðs skapanarevni?