Leitar tú eftir friði?

”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. ”

Matt.11,28

 

”Bara sál mín kundi verið rólig og havt frið,” siga mong.

 

Mitt i tíðarinnar skundi og ófriði trívist og nørist ófriðurin og óvissan í hjørtum og sinnum á menniskjum. Tey taka sær ikki stundir at steðga á og hugsa álvarsliga um lívið, og hvat ið endin verður. Sinnið á fólki verður hildið virksamt, so við hesum og so við hasum, og ófriðurin veksur. Tíðarinnar tusk ger seg galdandi allastaðni og letur seg ikki temja.

Høgi livifóturin sýnist at virka so, at menniskju krevja meir og meir, og tað er ein kapprenning at fáa meir og meir av tí, sum hesin heimur hevur at bjóða. At vera kravlítil hoyrir ikki nútíðini til.

 

Avleiðingarnar av sjálvgóðsku og hesum ovurmikla hugi at krevja, gera, at menniskju so við og við gerast meir og meir friðleys og bangin. Summi spyrja: ”Kanska óttin bara er ein nýmótans málbering fyri lívsræðslu, sum liggur fjaldur niðri í dýpinum í menniskjanum?”

 

Lívsóttin kemur ofta, tá ið menniskju ganga øvugtan veg av tí, tey føla innvortis. Tí knógva tey undir einari ringari samvitsku. Livir eitt menniskja í stríði móti sínum innvortis kenslum, so kann tað ikki annað enn skapa ófrið. Úrslitið verður tunglyndi og spilt lív.

 

Samanumtikið skuldi ein hildið, at summi fólk halda, at tey altíð fara at verða her á jørðini, sjálvt um lívið vísir hitt øvugta. Tíðarinnar slør fjalir veruleikan fyri manna eygum. Vit eru ofta vitni til álvarsligar hendingar, sum ein skuldi hildið, fóru at fáa menniskju at føla, at grundin undir teimum skakast. Álvarsemið, sum slíkt førir við sær, verður skúgvað til viks frá tí friðleysa menniskjanum, og kósin verður ikki broytt.

Innara trongdin eftir friði og trygd verður skúgvað til viks og køvd so við og við. Soleiðis ber tað til, at menniskju missa tað mest undurfulla, sum finst her í lívinum: At liva í lívd av skugga hins almáttuga. (Sálm 91,1). Hetta er einasta hvíldarstaðið, sum sálin hevur.

Nógv siga: ”Bara sál mín kundi verið rólig og havt frið! Hesin støðugi ófriður og ótti er stóra ólukkan í lívi mínum.” Tað ringasta av øllum óndum, sum er uppi í tíðini, er at hava eina friðleysa sál. Tað er tað, sum ger fólk nervaveik og tekur gleðina frá teimum.

”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. ” Matt.11,28 Hesi orðini hjá Jesusi siga okkum, at tað finst eitt stað, har øll kunnu koma og fáa hvíld mitt í tíðarinnnar gangi og ófriði.

 

Tað finst bara eitt stað, og tað er hjá Jesusi, menniskjasoninum, Guds soni. Hann er friður okkara. Hann kemur við friðarheilsan síni til hina móðu og friðleysu sálina, sum letur hjartadyrnar upp fyri honum. Tá hvørvur ófriðurin sum fylti hjartað og sinnið. Ófriðurin og óttin verða umskift við frið og kvirru og gleði, sum ikki kann greiðast frá.

 

Menniskjan má hava festið fyri sál sína, eina trygga akkersgrund. Tað er ikki at finna í nøkrum av heimsins lutum. Vit mugu yvir til Guds, sum er upprunin til allan skapningin, og sum hevur røttu umsorganina fyri okkum.

Leggja vit lív okkara í Guds hond og lata hann leiða okkum, skal einki av øllum tí ónda, sum vit eru umgird av í hesum heimi, skaða okkum. Eingin kann órógva friðin og hvíldina, sum Gud hevur givið okkum.

 

Skulu vit fáa sálarliga javnvág og góða heilsu, so er tað alt avgerandi at fáa frið við Gud. Menniskju eru vorðin lyft upp úr sjúkum og tunglyndi, tá ið tey hava biðið og givið seg yvir til Guds. Eitt lív, sum er sameint við Gud, veitir sterka verju móti teimum maktum, sum gera fíggindalig álop á nervalagið. Tí er tað so neyðugt at koma í samband við Gud og fáa rótina til alla ólukku – syndina – burtur.

”Levende Tro”. E.Campbell umsetti