Lít á Gud – eisini í torførum tíðum

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

”Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan” (Fil 4,13)

Paulus skrivar hesi orð, meðan hann situr í fongsli. Hann hevur mist alt, og kortini setur hann alt álitið á Gud.

Eg havi mangan hoyrt fólk siga hetta ørindi og vænta at fáa alt og megna alt, um tey bert hava Gud við sær. Tað er lætt at seta álitið á Gud tá alt gongur væl, men hvussu so tá alt gongst illa? Tá hava fólk ofta lyndi til at spyrja, hvar er Gud. Hava vit veruliga so nógv álit á Gudi, sum hann ynskir vit skulu hava?

Lauren Daigle syngur ein sang, har hon í niðurlagnum sigur:

Sjálvt um tú ikki tekur, alt burt, sum nívir meg

Sjálvt um tú ikki ber meg, har ringt er gangandi

Sjálvt um tú ikki svarar, tí eymu bønini

líti eg, líti eg, líti eg á teg.

Tað fyrsta eg hugsi tá eg hoyri hetta er, at hetta er eitt ótrúliga stórt álit, vit skulu hava á Gudi.

Í heiminum í dag hugsa vit ofta, at tá alt er gott, er Gud góður, men tá alt er ringt er alt Guds skyld. Sangurin sigur so væl, at sjálvt tá tað gongur allar ringast, skulu vit hava álit á Gudi.

”Men eg vil syngja um veldi títt, á hvørjum morgni gleðast um náði tína, tí tú ert mær ein borg, mítt álit tann dag eg eri í neyð!” (Sl 59,17)

Sjálvt tá tað følist, sum Gud er langt burturi, og vit ikki tora at seta áliti á hann – sjálvt tá loftar hann okkum og er verdur at seta sítt fulla álit á.