Lívið er mær Kristus

Skrivað: Petur Absalonsen

Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur. -Fil. 1,21

Vit menniskju hugsa sera nógv um okkara jarðiska lív. At liva upp til øll tey krøvini, sum vit
menniskju seta, tá hugsi eg um, at eiga tað nýggjastu telefonina, og klæðini í skápinum mugu ikki
blíva ov gomul, men mugu skiftast út regluliga.

Í øllum hesum hurlivasanum er skjótt, at vit venda versinum omanfyri á høvdið, og liva: “lívið er
ein vinningur, og deyðin er mær Kristus.” Tí vit liva á tann hátt, at vit skulu fáa sum mest burturúr
hesum lívið, meðan vit hugsa um Jesus, tá ið vit doyggja, tí tá sleppa vit heim til hann.

Tá hava vit misskilt meiningina í gleðiboðskapinum. Tí tá ið Jesus hevur funnið okkum, og vit hava
tikið ímóti honum, so hava vit longu vunnið í lívinum, ja vunnið meira enn alt ríkidømi í heiminum,
tí sigurin røkkur heilt inn í ævinleikan. Men Jesus gav okkum jú eina uppgávu, at vit skuldu boða
evangelii út til øll fólkasløg. So vit eru til arbeiðis í víngarðinum, at vísa okkara medmenniskjum á
Jesus, so tey eisini kunnu koma heim til Jesus.

So lat okkum fara til verka í víngarðinum, og sáða gleðiboðskapin út um Føroyaland og eisini úti í
heimi, við sama hugburði sum Paulus, at lívið er mær Kristus og deyðin ein vinningur. Jesus signi
dagin.