Lívið er so stutt

”tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin! Tí at hvørjum er lív tykkara líkt? Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. ”
Ják.4,14.

 

 

Eftir Billy Graham

Í eini útvarpstalu, sum varð hildin 24.november 1963, tveir dagar aftan á, at amerikanski forsetin Kennedy var dripin, talar Billy Graham álvarsom, ávarandi orð, sum ikki bert hava boð til hitt amerikanska fólkið, men til okkum øll.

 

Eitt gamalt orð sigur: ”Hugsa um, hvussu stutt lívið er, og um, hvussu vist tað er, at tú skalt doyggja, og hugsa so um, hvussu langur ævinleikin er.”

 

Vit nútíðarmenniskju geva okkum ikki stundir at hugsa um hesar lutir; men mundi tað ikki verið gott, um vit gjørdu meir av tí. Nógv í lívi okkara hevði óivað verið øðrvísi. Her skulu vit prenta eitt lítið brot burtur úr talu Billy Grahams:

 

Bíblian hevur nógv at siga um, hvussu stutt lívið er og um, hvussu vit skulu fyrireika okkum til ævinleikan. Tað er neyðugt, at vit støðugt vera mint á, at deyðin kvikliga kann nærkast okkum øllum, og at Bíblian hevur mong ávarandi orð at siga okkum um, hvussu neyðugt tað er at fyrireika okkum at møta okkara Gudi.

 

Hin ríki við øllum sínum ríkidømi kann ikki fáa deyðan at fara uttan um seg. Hin fátæki kann ikki bidda sær ein einasta dag afturat. Skriftin sigur: ”tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin! Tí at hvørjum er lív tykkara líkt? Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. ”… Tí at hvørjum er lív tykkara líkt? Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur.” Ják.4,14. Síðani Kennedy forseti var myrdur, hevur mangur maður, sum annars var kensluleysur, hugsað djúpari um lívið og ævinleikan. Eg eri sannførdur um, at um fólk hugsaðu meira um deyðan, ævinleikan og tann komandi dómin, vildu tey livað eitt meira heilaggjørt lív, og ein størri og ein sterkari vissa um Gud vildi verið úrslitið. Alt ov nógv, sum kall seg kristin, reka hugsanina um deyðan frá sær, og tann hugsanin, at øll Guds børn ein dag skulu standa frammanfyri Kristi dómstóli og leggja fram roknskap fyri, hvussu tey hava brúkt tíðina her niðri á jørðini, er ikki væl umtókt.

 

Job sigur, at dagar hansara flugu skjótari enn vevskeiðin (Job.7,6). Hóast tú kanska livir og verður 70, 80 ella 90 ár, er hetta bert ein løta í mun til ævinleikan. Legg hond tína á hjartað og kenn, hvussu sløgini siga: ”Skjótt, skjótt, skjótt!” Lívið er bert nøkur fá stutt ár.

 

Um tú livir, til tú verður 70, hevur tú 25.000 dagar at liva í. Um tú nú ert 35, hevur tú eitt lítið sindur meira enn 12.000 dagar eftir. Eg eri nú 45, og um eg livi, til eg verði 70, havi eg 8.000 dagar eftir, og so vil lívið her á jørðini vera liðugt.

 

Bíblian lærir okkum, at lívið er sum ein skuggi, sum gongur fram við sólini. Sálmaskaldið sigur, at vit eru fremmandir og útlendingar sum fedrar okkara. Heimurin er ikki okkara blívandi heim, men bert fyribils.

 

Tá ið Sir William Russel, hin enski fosturlandsvinurin, fór til høggustabban í 1683, tók hann urið upp úr lummanum og rætti tað til tann læknan, sum var hjá honum, og segði: ”Vilja tygum gera so væl at taka ur mítt – mær tørvar tað ikki nú – nú havi eg við ævinleikan at gera.”

 

Tíðin rennur avstað fyri okkum øll. Kennedy forseti grunaði ikki tann fríggjamorgunin, tá ið hann sat og át morgunmat, at kl.2 seinnapartin vildi hann vera í ævinleikanum. Vit vita ongantíð, nær okkara tíð kemur – men latum okkum minnast til, at tíðin er stutt og um, hvussu neyðugt tað er at vera til reiðar at møta Gudi, hvørja løtu tað skal vera.

Skriftin lærir, at Gud hevur ein ásettan dag til hvørt menniskja at doyggja(Jóh.14,5).

 

Eg eri sannførdur um, at tá ið eitt menniskja er til reiðar at doyggja, er tað eisini til reiðar at liva. Lívsins størstu mál er at vera til reiðar at møta deyðanum. Alt annað átti at komið í aðru røð.

 

Bíblian minnir okkum á, at okkara dagar eru sum grasið(Sálm.103,15). Teir eru fyltir við smáum gyltum minuttum, sum hava ævinleikan í sær. Vit verða biðin um at nýta tíðina rætt, tí at dagarnir eru óndir. Charles Studd skrivaði: ”Bert eitt lív, og tað er skjótt liðugt, bert tað, sum vit hava gjørt fyri Gud, vil standast.”

 

Lívið er eitt undurfult høvi, um tað verður brúkt sum ein fyrireiking til ævinleikan. Um vit fara skeiv her, vil lív okkara vera eitt stórt mistak, sjálvt um vit annars á allan hátt hava eydnuna við okkum.

 

Lív okkara er ódeyðiligt. Gud skapaði menniskjað øðrvísi enn aðrar skapningar. Hann skapaði tað í síni egnu mynd – sum eina livandi sál. Tá ið likam okkara doyr, og okkara jarðarlív endar, livir sálin kortini ævigt. Um 1000 ár vilt tú vera meira livandi, enn tú ert nú. Bíblian lærir, at lívið endar ikki úti á kirkjugarðinum. Tað er eitt framtíðar lív saman við Gudi fyri tey, sum hava sett sítt álit á son hansara, Jesus Kristus. Tað er eisini eitt framtíðar Helviti, ein skilnaður frá Gudi fyri øll tey, sum hava noktað fyri at taka ímóti soni hansara, Jesusi Kristi.

 

Vónin hjá tí kristna um ta komandi verð er bert bygd á Jesu Kristi blóð og rættvísi. Einki annað fer at røkka til. Einki annað kann taka burtur deyðans brodd og seta ein ælaboga í skýggini viðvíkjandi framtíðini. Akker okkara er í Harranum Jesusi Kristi, sum lýsti deyðan í bann og førdi lív og ódeyðiligleika fram í ljósið við evangeliinum. Eg biði teg um ikki at taka tað so lætt við lívinum. Eg biði teg líta langt inn í framtíðina. Liv ikki bert fyri hesi verð. Brúka teir flýggjandi minuttirnar og ger teg til reiðar til ævinleikan.

 

Forseti okkara, Kennedy, er deyður; men tú, sum hoyrir ella lesur hetta, ert enn á lívi. Gud hevur givið tær tínar møguleikar. Hann vil fyrigeva tær syndir tínar. Tað var tí, Kristus doyði á krossinum.

 

Tað er bøn mín, at Gud vil brúka henda sorgarleik at tala til menniskju um alla verðina. Tú skuldi fallið á knæ beint nú og biðið Gud um fyrigeving og latið Kristus komið inn í hjarta títt. Ger av, at tú frá í dag vilt liva fyri Kristus.

”Kirkeklokken” nr.11, 1964, E.Campbell umsetti