Lívið í komandi verðini (1:3)
”Tí at vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi. ”
Hebr13,14
Samuele Bacchiocchi
Verður hin nýggja verðin eitt veruligt stað, sum hon, vit hava nú,ella eitt ”andaligt ríki”, sum er púra øðrvísi?
Tveir tekstir, sum vanliga verða brúktir at greiða frá lívinum á nýggju jørðini (Jes.65,17-25; 66,22-23, Op.21,1-22,5) vísa í veruleikanum bara nøkur brot úr framtíðini. Allar royndir at greiða frá tí æviga lívinum eru tí ógvuliga avmarkaðar og ófullkomnar. Tí einki eyga hevur sæð alt tað undurfulla, sum Gud ætlar sínum.(1.Kor.2,9).
Bæði Gamla og Nýggja Testamenti tala um ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð(Jes.65,17; Opb.21,1) sum eina endurnýggjan av tí, sum vit kenna – ikki eitt nýtt stað úti í rúmdini.
Bíbilska myndin av komandi verðini er merkt av friði, samljóði, materiellum framburði og gleði um hvíludagin. Fyrsti dagurin hjá Ádami eftir skapanina virkar í Bíbliuni sum ein fyrimynd fyri komandi verðini. Friðurin og samljóðið, sum vóru millum Ádam og djórini beint eftir skapanina, verða fingin í rætt lag aftur á nýggju jørðini, har ”Tá skal úlvurin búgva hjá lambinum og pantarin liggja í felagi við geitarlambinum, kálvar, ungljón og alidjór ganga saman, og ein smádrongur skal gæta tey. ” Jes.11,6
Á sama hátt fer tað ríkidømi og tann yvirflóð, sum merkti skapanina, at verða endurreist á nýggju jørðini, har ”framburður og gróðursemi verða – ja, innheystingartíð skal loysa av sátíð, og líðirnar skulu dryppa av víni.!” (Ámos 9,13; Jes.4,2, 23-25; Jóel 3,18; Sef.3,13) Her verður teknað ein greið mynd av eini ríkari tilveru í nýggju verðini; men hetta er ein jarðisk mynd. Tá verður oyðimørkin til aldingarð(Jes.51,3), og úlvurin fer at ganga friðarliga saman við lambinum. Jes.11,6.
Nýggja Testamenti teknar at kalla ta somu mynd av komandi verðini. Pætur talar um jørðina og alt, sum er á henni” og sigur, at hon skal reinsast við eldi(2.Pæt.3,10). Úrslitið verður ”nýggir himlar og ein nýggj jørð, har rættvísi býr” (vers 13). Paulus heldur uppá, at øllum skapninginum leingist eftir at verða loystur úr trældómi forgongiligleikans til dýrdarfrælsis Guds barna” (Rom.8, 19-21). Jóhannes sá í sínum sjónum ”nýggjan himmal og nýggja jørð”, sum Gud fer at gera, eftir at hann hevur reinsað hesa jørðina(Op.21,1-4)
Hebrearabrævið sigur okkum, at Ábraham ”væntaði tann stað, sum Gud er byggimeistari og smiður at”. Hebr.11,10. Víðari sigur Hebrearabrævið: ”Tí at vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi. ” Hebr13,14.
Nýggja Testamenti endar við einari bergtakandi frágreiðing um Heilaga Staðin, tað nýggja Jerúsalem, har bara tey hava atgongd, sum eru skrivað í lívsins bók lambsins(Opb.21,27). Tað er ivasamt, um allir smálutirnir í býnum – teir høgu múrarnir, tey 12 portrini, teir 12 grundarsteinarnir – skulu skiljast bókstavliga. Men uttan mun til hvat ið tey merkja, so gevur myndin av Heilaga Staðnum okkum varhugan av einari virksamari tilveru, og ikki eini klosturtilveru, har tú kemur lítið út millum fólk.
Tilveran í Heilaga Staðnum fer ongantíð at kennast einslig, men fylt við felagsskapi, spenningi og virksemi. Nýggi Jerúsalem fer at verða ein stórur høvuðsstaður, har ymisk fólkasløg, ymsar mentanir og ymsir málbólkar fara at búgva friðarliga saman. Tilveran verður ongantíð keðilig, men framtakshugað og skapandi.
E.Campbell umsetti