Lívið í komandi verðini(2:3)

”Tá munnu teir byggja hús og búgva í teimum sjálvir, leggja inn víngarðar og njóta ávøkst teirra. ”
Jes.65,21

 

Samuele Bacchiocchi

Bíbilska myndin av Heilaga Staðnum á einari nýggjari jørð bendir á, at Gud góðkennir tað at búgva í einum býi. Mong hava trupult at viðurkenna eina slíka áskoðan, av tí at býir okkara neyvan eru eitt endurskin av Guds Staði. Teir eru støð, sum eru merkt av brotsverki, hatri, fíggindskapi og líkasælu í samband við Gud og onnur menniskju.

 

Støðan í býum okkara skal kortini ikki fáa okkum at døma tað at búgva í einum býi sum eitt syndugt samfelags fyribrigdi. Tá ið vit eisini skulu búgva í býum á nýggju jørðini, sigur tað okkum, at menniskju kunnu liva saman uttan at elva samfelagsligar, búskaparligar, vistfrøðiligar, politiskar og aðrar trupulleikar, sum støðan er í dag. Vit skulu virka í og fyri býirnar á tann hátt, at vit ávirka umstøðurnar við okkara kristna lívi og hjálpa at loysa teir nógvu trupulleikarnar.

 

Lívið á tí nýggju jørðini fer ikki at verða merkt av dovinskapi ella óvirknari meditatión, men av virknum skapandi evnum. Tey, sum halda, at tey frelstu fara at búgva sum dýrmætir gestir í einum nýggjum heimi, har Gud fær til vega kost, innivist og undirhald, fara púra skeiv. Jesaja skrivar: ”Tá munnu teir byggja hús og búgva í teimum sjálvir, leggja inn víngarðar og njóta ávøkst teirra. ” Jes.65,21

 

Bíbilska myndin av morgindagsins verð er altso ein, har rættilig menniskju fáast við framleiðslu og nýta síni skapanarevni. Har verður bæði nóg mikið av tíð og tilfeingi at fremja okkara verkætlanir. Á kunnleikaøkinum klóra vit í dag bara eitt lítið sindur í yvirflatuni, sjálvt um vit kalla okkum serfrøðingar. Jú meir vit uppdaga, jú meira gerast við greið um, at har enn er mangt, sum vit einki vita um.

 

Á nýggju jørðini verða harafturímóti eingi mørk fyri, hvussu langt vit røkka. Har skulu hvør gáva og øll evni vaksa og fjølgast. Fólk gerast ongantíð móð av at víðka sjónarringin. Har skulu vit taka lut í teimum størstu verkætlanum og røkka hægstu málum. Framman fyri okkum vilja støðugt vera nýggjar hæddir, nýggj undur og nýggir sannleikar. Har fáa vit møguleika at brúka allan okkara mátt.

 

Lívið á nýggju jørðini vil í ein vissan mun vera framhald av tí, vit kalla mentan í okkara tíð. Sipað verður til tað av teirri sannroynd, at Gud vil reinsa jørðina og lata likam okkara rísa upp staðin fyri at skapa eina nýggja gongustjørnu við heilt nýggjum íbúgvum.

 

Enn ein ábending um framhald stendur í Opb.21,24-26: ”Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar bera dýrd sína til hansara. Og portur hansara skulu onga tíð verða latin aftur um dagin, tí at nátt skal ikki verða har. Og menn skulu bera dýrd og æru fólkaslaganna til hansara. ” Hesin tekstur bendir fyrst og fremst á, at íbúgvar á tí nýggju jørðini eisini verða persónar, sum fingu stórt vald í hesum heimi: kongar, forsetar, vísindamenn o.a.

 

Alt tað framúrskarandi, sum einstaklingar og tjóðir hava gjørt at bøta um tilveruna hjá menniskjum, fer heldur ikki fyri skeyti. Tað fer eisini at ríka tilveruna á nýggju jørðini. Hetta gevur okkum grund at halda, at tøknifrøðiligir framburðir í okkara tíð ikki eru burturspiltir. Staðin fyri fara vit at menna teir meir til fullkomileika. Tann Gud, sum kallaði skapta heimin sára góðan, hámetir enn skapandi framburð og vil sjálvandi ikki bara skúgva til viks øll framstig. Tað er ein uggi at hugsa um, at virðið av tí, vit skapa, fer at toyggja seg út um hetta lívið og langt inn í ævinleikan.

 

Tá ið vit hugsa um tað, sum menniskju megna her á jørðini, fer lívið á nýggju jørðini so avgjørt hvørki at verða keðiligt ella litleyst, men spennandi og nøktandi.
E.Campbell umsetti