Lívsins høvdingi

”og lívið varð opinberað, og vit hava sæð og vitna og boða tykkum hitt æviga lívið, sum var hjá faðirinum og varð opinberað okkum; – ”
1.Joh.1,2

 

Sum lívið er stutt. Ikki er undarligt, at menniskjan verður líknað við grasið. Barnadagarnir – hvussu skjótt fóru teir ikki? Og ungdómsdagarnir – hvar eru teir? Dagur dettur av degi, og áðrenn vit vita av, so sita vit við minnunum úr einum lívi, sum skjótt er komið at enda.

Summi av okkum eiga minni um gleði í álvara og gaman saman við vinum og kenningum. Lívsins byrur var við, og vit komu okkum fram, sum stavnhaldið var sett.

Summi av okkum eiga minni um sorg. Barnadreymar fóru fyri skeyti. Ungdómsvónir brustu. Vit skinklaðu fram eftir lívsins gøtu; freistingar feldu okkum, og synd dálkaði okkum.

Men hjá teimum flestu av okkum man lívið vera blandað við gleði og sorg.

Ið hvussu so veit við hjá tí einstaka, so er lívið stutt. Um eitt bil liggja vit kvirr og køld undir flag. Og so tykist onki meir at vera – menniskjan er sum grasið.

Men hvørt av okkum menniskjum hevur eina ódeyðiliga sál, sum páskirnar hava boð til. Orðið páskir merkir at fara framvið. Deyðans eingil kann fara framvið sál okkara. Hann kann taka likamið, men sálini ger hann einki. Hon verður verandi um ævir. Men hvar?

Og her er tað, at vit ikki kunnu líkna menniskjuna við grasið.

Luther sigur um lívið, deyðan og dómadag soleiðis: ”Annaðhvørt dómadagur kemur, ella eg skal doyggja, so hevur tað einki at siga. Mín Harri Jesus lítur eina løtu at deyðanum, meðan hann ætlar at drepa meg. Og tá ið so deyðin heldur, at eg eri deyður, tá eri eg als ikki deyður, men sovi so leyst, at Kristus kann ikki opna munn sín, uttan at eg hoyri tað og vakni upp til hitt æviga lívið.”

Paulus nevnir Jesus sum lívsins høvdinga, sum Gud reisti upp frá deyðum. (Áps.3,15)

Tú vantrúna sál, hav ikki nóg mikið í lívsins gleði, og miss ikki treystið í lívsins sorgum, men lýð á páskaboðskapin um lívsins høvdinga, sum ápostlarnir hava sæð og vitnað um fyri tær.

Lívsins høvdingi er komin at leiða teg úr hesum stutta lívi í deyðans døkku dølum inn í faðirsins ævigu ljósborgir til hitt æviga lívið.

Rætt honum hond tína, so at sál tín verður ikki liggjandi eftir uttanfyri í myrkrinum tann dagin, tá ið páskaklokkurnar halda uppat at kalla.

Rætt mær hond, o veldisseggur,
her so stuttur er mín steðgur,
verj meg móti myrkurs gerð!
Jesus, signa mína ferð!
n.