Ljósið er upprunnið

1.sunnudagur í advent

”»Sebulons land og land Naftalis fram við vatninum, landið hinumegin Jórdan, Galilea heidninganna, fólkið, ið sat í myrkri, hevur sæð eitt stórt ljós, og teimum, ið sótu í landi og skugga deyðans, er ljós upp runnið.« ”
Matt.4,15-16

So var adventin einaferð aftur og vitjaði okkum. – Adventsljósini verða tendrað, og nógvastaðni lýsa eisini adventskransarnir í myrkrinum. Vit hava nú rokkið fram til myrkastu tíð, har hvør dagur er myrkari enn annar, ja tá ið dimmviðrað er, er dagurin lítið meir enn lýsing og skýming, og ljós sæst í nógvum húsum allan dagin.

 

Soleiðis var støðan einaferð í søgu Ísraels; tað var einans myrkur; ein long, long skýming, og tað tóktist, sum tað ongantíð fór at bera móti degi. Og har gekk fólkið í myrkrinum og bardist við mistreysti sítt; líkt var til, at tað ongantíð fór at bera móti degi; hin myrka náttin fór einans at koma nærri og nærri, til hon at enda fór at køva alla lívsvón í sínum kalda og køvandi favntaki.

Men tá ið myrkast sá út, kom ljósið; tá tendraði Harrin sjálvur sítt bjarta ljós í erva.

 

Sebulons land og Naftalis land, ið so sáran høvdu gingið og longst eftir ljósinum, fingu at síggja ljósið. Alt Galileuland og alt Judeuland fingu at síggja; ja, sjálvt hitt illa umtókta Samariuland fekk at síggja hitt bjarta ljósið. Og hvør skuldi trúð tí? Sjálvt til eysturlanda sást glæman av ljósinum, og hon var so bjørt, at eisini teir reistust og fóru tann langa veg at fagna ljósinum, ið komið var í heimin.

Nú skína adventsljós okkara bjørt. Tey bera eini boð. Tey bera boð til tín, ið helt, at tað ongantíð aftur fór at degna. Nú er fagur dagur í hondum, ljósur dagur!

 

Og tú, sum situr í syndamyrkrinum og togar í leinkjurnar, syndaleinkjurnar, fyri at slíta tær; tú, sum altíð vart noyddur at gevast. Adventsljósini, ið tendrað eru, hava eisini eini boð til tín. Tað eru boð um, hvussu drottur okkara, tann mikli Harri Kristus, fer inn í borgina hjá hinum sterka og loysir fangarnar úr hondum teirra; hann kallar seg tann sterkara, tí kann hann gera tað.

 

Lít tú tí glaður at adventsljósunum, tey hava stór og góð tíðindi at bera. Gævi, Harrin vildi givið okkum hoyrandi oyru og síggjandi eygu, at vit øll kundu fata tíðindini, adventsljósini hava at bera okkum!
Chr. Høj