Ljósið skínur í myrkrinum
”Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí. ”
Jóh.1,5
Johs. Magelund, prestur, minnist aftur á ein jólaaftan fyri
árum síðani: Tað var jólaaftan í Keypmannahavn 1938. Vit
vóru nýgift, og hetta var fyrsti jólaaftan, vit skuldu halda í
heimi okkara. Tað var tí ikki so lætt at skula lata konu sína
vera einsamalla eftir við hús, meðan eg fór inn í miðbýin til
eina jólaveitslu fyri heimleys. Men klokkan 8 á kvøldi mátti
eg fara. Eg fari seint at gloyma spákingartúrin eftir Dronning
Louises brúgv og gjøgnum tær stillu gøturnar. Aftan fyri
vindeyguni í teimum túsund heimunum strálaðu jólatrøini.
Í Frederiksborggøtu kom brádliga ein maður fram úr einum
portri í teirri fólkatómu gøtuni. Hann vildi selja mær blaðið
hjá teimum arbeiðsleysu „Livets Kamp“.
„Men hví ganga tygum her og frysta sjálvan jólaaftan?“
spurdi eg. „Komið við mær inn í jólaveitsluna!“
„Nei, takk!“ svaraði maðurin.
Eg royndi at greiða frá veitslumáltíðini, jólatrænum og gáv-
unum, sum hann alt samalt skuldi fáa lut í. Men nei, hann vildi
heldur hava 1 krónu enn at vera við til sjálvt ta mest strálandi
jóla veitsluna.
Eg gekk víðari, tungur í huga. At eitt menniskja kundi
søkka so djúpt, at tað á sjálvum ársins háheilagasta kvøldi
heldur velur 1 krónu fram um at uppliva eina jólaveitslu!
Og tankarnir gingu víðari: Hvussu mong vilja ikki heldur hava
eini jól, sum bara umfata mat og gávur, heldur enn at taka
ímóti innbjóðingini til ta sonnu jólaveitsluna, har Jesus Kristus
er miðdepilin. At menniskju í teirra stuttskygni kortini lata seg
blinda av einari stuttari njóting og harvið verða lumpað, so tey
missa ta stóru ævigu jólagleðina.
Henda uppliving kastaði eina serliga glæmu yvir
Jóhannesar Evangeliið, kap. 3,19: „Men hesin er dómurin, at
ljós ið er komið í heimin, og menniskjuni elskaðu myrkrið
meira enn ljósið, tí at gerningar teirra vóru óndir.“ Ófatiliga
mong menniskju síggja ljósið skína, men finna onga meining í
tí, so langt hevur myrkrið breitt seg í okkara ætt. Ljósið skínur
í myrkrinum, men myrkrið tekur ikki við tí.
Kanska eru vit, sum kalla okkum kristin, uppií og fjala
ljósið fyri øðrum. Latið okkum biðja um, at ljósið í krubbuni
má skína so bjart, at menniskju mugu síggja, hvat ið tað er,
sum hevur virði, og ikki lata seg blinda, so smálutir og stuttar
njótingar lumpa tey, so tey missa ta sonnu jólagleðina.
EC týddi