Løn og lívsgleði
”við tað at hann helt vanvirðing Krists fyri størri ríkidømi enn gripir Egyptalands; tí at hann hugdi fram móti lønini.”
Hebr.11,26
Vit hava loyvi at uggast við ta løn, sum bíðar tí trúgva tænaranum, – at gleðast til tann tíman, sum er endamálið við lívinum.
Tó er sælan í himlinum ikki endamálið fyri teim, sum frelst eru. Jesus hevur sett okkum til at bera ávøkstur. Hvussu er lív títt? – er tað eitt prýði og eitt viðmælisbræv fyri hann, sum so dýrt teg keypti? Hevur hann funnið nógvar fruktir á tínum lívstræi. Hann kemur nú og hyggur eftir, um hann á tær kann finna: Kærleika, gleði, frið, langmóð, mildi, góðvild, trúskap, spakføri og fráhald.
Og hann leitar eftir meira frukt; hann rannsakar hjartað fyri at vita, um tú hevur nakað av hansara sinnalagi – hann, sum livdi lívið og doyði fyri at fáa so nógv við, sum gjørligt. – Og hvat sær hann… – at tú hugsar lítið og einki um hini, men hugsar: kundi eg bert komið inn um himmalsins dyr sjálvur, so var alt gott. Men hvat vildi tú sagt, um hann kom nú og fann hjarta títt fylt – ikki av kærleika til hansara, sum vil vera tín besti vinur – men av lysti til verðsins lutir og avgudar, av vreiði og øvund, ístaðin fyri kærleika, langmóð og góðvild, – og hann fann onga umsorgan fyri sálunum.
Vit eru skapað, vit eru frelst fyri at tæna honum. Tann frelsti livir fyri Jesus, so at hini, sum eru uttanfyri hansara vælsignaða samfelag, kunnu koma til at síggja hann, tann undurfulla frelsaran. Hetta er lívsins endamál, og tann lærusveinurin, sum ikki sær hetta, hevur enn ikki sæð Jesu dýrd, og hann kennir ikki til ta hálvu lívsgleðina.
P.S