Lovaður verði Gud fyri sang og tónleik

Skrivað: Jógvan Fríðriksson

“Til songmeistarans; við streingjaleiki; ein sálmur av Dávidi” (Sl 4,1).

Við streingjaleiki sungu tey sálmar. Ymisk ljóðføri vórðu brúkt til at stuðla sálmasangin í templinum. Eisini í tí persónligu andaktini í tí heimliga gingu sálmasangur og ljóðføri hond í hond.

Í innganginum til fjórða sálmin standa orðini “til songmeistarans; við streingjaleiki; ein sálmur av Dávidi”.

Orðini “til songmeistarans” sipað til ta sannroynd, at sálmarnir eru sungnir undir gudstænastuni í templinum í Jerusalem. Sálmarnir eru ein útsøgn um gudstrúgv Ísraels. Skaldið ákallar Harrans navn bæði í tímiligum og andaligum. Gud var allastaðni og við í øllum.

Ljóðføri og tónleikur hava frá upphavi hugtikið. Eisini í nútíðargudstrúgv er sálmasangurin ein týðandi táttur í kirkjum og samkomum. Sigast má, at samveran um Guds orð kennist rík og lívgandi, tá sálmasangurin vellur fram til Harrans heiður og prís.

Triðja orðið í innganginum sigur frá, at skaldið er Dávid, hin mæti kongur Ísraels. Dávid ber millum manna navnið “hirðadrongurin”, tí hann goymdi at smalum faðirs síns úti á markini.

Profeturin Sámuel skal finna Harranum ein kong ístaðin fyri Saul, ið hevði syndað og brotið fyriskipanir Guds. Hann kemur tá til Ísai og spyr eftir synum hansara. Teir koma so hvør eftir annan prúðir og vakrir í ásjón. Loksins kemur hin yngsti sonurin, ið var væl dæmdur við vøkrum eygum og fríur í ásjón. Hesin ungi maðurin var Dávid, og Harrin segði við Samuel: “Far og salva hann; tí at hetta er hann” (1 Sám 16,12).

Tá Dávid er salvaður kongur, stendur hugtungt at lesa um Saul, at andi Harrans var vikin frá honum, og at ein illur andi nívdi hann. Tá er tað, at ein av sveinum Sauls letur senda boð til Dávid, at hann við sínum hørpuspæli má veita Sauli ein sálarligan lætta.

Skrivað stendur so vakurt um hørputónleik Dávids: “Men hvørja ferð andin frá Gudi kom yvir Saul, tók Dávid hørpuna og sló streingirnar; tá lætnaði hjá Sauli; hann lívgaðist, og hin illi andin fór frá honum” (1 Sám 16,23).

So stór er gávan at spæla á ljóðføri, at hon við signing Harrans rekur illar andar burtur. Lovaður verði Gud fyri sang og tónleik.