Lovsongurin hjá Guds fólki

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Og tó ert tú hin heilagi, borin av lovsongum Ísraels” (Sl 22,4).

Orðið er úr Sálmi 22, tann, Jesus bað, tá ið hann hekk á krossinum. Sálmurin byrjar við harmaljóðinum: “Gud mín, Gud mín, hví ert tú farin frá mær?” Skaldið krøkir seg í nakað ítøkiligt: enn ljóðar lovsongurin her á jørð mót himli. Hesin lovsongur er sum eitt hásæti, Gud hevur her á jørð, so syrgiligur hann enn man ljóða.

Tá ið sama hugsan á langferð dvøljir við eina prædiku, er tað gott at steðga við lovsongin. Har prísa tey Gudi, síðan verður takkað fyri frelsuna við Harra várum Jesusi Kristi – tey svørtu í Afrika.  Har kristna trúgvin hevur stóra framgongd. Tað verður hildið, at um ein mansaldur ella tveir, fer Afrika at verða ein kristin heimspartur, meðan tað er óvist, um Evropa verður tað. Hugsa eisini um tey brún- og gullittu í India. Hugsið um tey, sum sita í fangahúsi ella tey í týningarlegunum í teimum kommunistisku londunum. Eru tað nøkur av teimum, ið lovsyngja Harranum eins og Paulus og Silas á miðjari nátt í fangahúsinum í Filippi? – og fangarnir lýddu á, stendur skrivað (Áps 16,25 ).

Ein gleði kann birtast í sinnið: heimurin er hóast alt Guds. Hann hevur skipað hásæti sítt her, lovsongurin fær ongan enda. “Ongantíð tagnar, ljóðið av himni,” satt er tað, sungið verður. Ein onnur gleði eisini: Kirkjan er hóast alt Guds fólks. Í kirkju okkara hevur lovsongurin sterkar røtur. Hann hevur ljóðað sterkari, enn hann ger í dag. Okkum kemur í hug vekingartíðirnar, har ungdómurin sang, so tað dunaði. Tað var, eins og songurin ongan enda tók.

Guds endurføddu, nýlivnaðu sálir,
Harranum fagnið við sangi og hógv!
Harrans nýskapningar, sum fingu málið,
kunnu hans lovsong ei syngja nóg nógv,
latið tí okkum ta kapping nú vera,
hvør, ið kann glaðast Guds náði kunngera!
Halleluja, halleluja.
(SB 282,1)