Lovsongurin

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Men um miðju nátt hildu Paulus og Silas bøn og sungu Gudi lovsangir, og fangarnir lýddu á teir” (Áps 16,25).

Elsti heidni vitnisburður, vit hava, um tey fyrstu kristnu er frá einum landshøvdinga í Lítlaásia. Hesin skrivar til keisara sín um leið ár 100 og sigur: “Eg dugi ikki at síggja, at tey kristnu eru stórir brotsmenn: tey savnast hvønn fyrsta dag í vikuni (hvønn sunnudag) at syngja lovsangir til Kristus, sum er teirra Gud.”

Meg minnist væl ein nýumvendan mann, ið var harmur um, at hann ikki kundi syngja og á tann hátt kundi vera við at lovsyngja Gudi. Hann hevði ikki tóna skaptan í høvdinum.

Sum árini ganga og ein gerst gamal, fer tað at gangast  einum á sama hátt, tó ikki øllum. Eini ung hjún søgdu mær, at í heimi teirra búði ein eldri trúgvandi maður, ið var steindeyvur. Hann kundi syngja. Viðhvørt, meðan hann liggur alvakin, fer hann at syngja sangir og sálmar so harðliga, at unga parið ikki fær sovið. Tey vilja ikki nokta honum hetta. Tað er uppbyggiligt at hoyra lovsong, sjálvt um tað er á nátt. Við tað at hann er steindeyvur, dugir hann ikki at meta um, hvussu øgiliga harðliga sangurin ljóðar.

Eitt av tíðarinnar syndarligu eyðkennum, ið gongur einum heilt at hjarta, er, at lovsangurin er manga staðni horvin. At síggja til dømis kirkjufólk sita í kirkjuni uttan at syngja við. Ei heldur longur tá ið tað viðvíkur fosturlandssangum.

Í lovsanginum koma vit Himmalinum tað nærmasta, vit kunnu, her á jørðini. Vís menniskju halda, at vit í veruleikanum hava ymiskar sálmar og einstøk sálmavers frá tí elsta kristna lovsonginum í Nýggja testamenti. Til dømis Jóhannes 1,1-18. Kanska sungu Paulus og Silas henda sálmin hina náttina í Filippi: “… og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.” Ei undur í, at fangarnir lýddu á!

Heilagt ljóð oss legg á tungu;
himlafaðir, lær tey ungu
rætt at takka tær,
syngjandi tín prís við megi,
sáandi títt orð við gleði
her og víða hvar.
(SB 4,1)