Loysnari okkara livir

Skrivað: Sólrun Poulsen

Vit lesa í brævi Jákups 5,11b: “… tit hava hoyrt um tolmóð Jobs og vita um ta endalykt, sum Harrin gjørdi; tí at Harrin er sára miskunnsamur og mildur.”

Tað er við samkenslu í hjartanum, at vit lesa um Job, henda einsamalla og so misskilta mannin, at hann var førur fyri at síggja framvið sínum mongu líðingum og venda eygunum móti himli, og við andaligum skygni kunna siga: “Men eg veit (kenni í hjarta mínum), at loysnari mín livir, yvir dustið skal málsmaður rísa upp!” (Job 19,25)

Hvør ein vitnisburður, ið vit her fáa frá Job! Ein loysnari, ein loysingarmaður var ein, ið hevði ábyrgdina at fríkeypa ein úr ættini, sum var komin illa fyri, var vorðin trælur, ella hevði mist ognina, arvin. Vit lesa um hetta í Triðju Mósebók, 25. kapittli.

Allir loysnararnir eru ein mynd uppá Jesus, okkara frelsara og loysnara, ið jú leyskeypti okkum!

Trúgvin hjá Job var ikki tengd at ytru umstøðum, og heldur ikki er okkara trúgv tað. Og eisini vit kunnu siga sum Job í 19,26: “Tá ið húð mín er burturtærd, skal eg tó frá holdi mínum skoða Gud”.